Nú klokkan 17 verður konsert í Havnar kirkju við tónleikarunum Christina Dahl og Kristiani Blak.
Christina er væl kendur saxofonleikari, sum hevur spælt víða um í verðini. Hon hevur útbúgving bæði sum leikari og sum tónasmiður. Í níti-árunum stovnaði hon sína egnu jazzkvintet og debuteraði í Jazzhús Montmartre. Sína fyrstu CD gav hon út í 2010 saman vi Jesper Lundtaard og Morten Lund. Í løtuni komponerar hon tónleik til ein leik við dansarunum Anne Nyboe og Joel Fritzon.
Fyri Christinu hevur tað týdning at vera leitandi eftir listarligum møguleikum at sýna fram kenslur og skap. Í seinastuni hevur hon ynskt at fá fram eina meir sansaliga heildaruppliving av lívinum, sum er myndað av fólkunum sum eru til staðar í rúminum, sum spælt verður í.
Vælkomin til áhugaverda konsert í Havnar kirkju.