Í kvøld spældu B68 og HB síðsta dystin í fjórða umfari í landskappingini. Talan var um uppgerð, sum varð útsett, tí veðurlíkindini í gjárkvøldið vóru ikki nóg góð at spæla fótbólt í.
HB vann 1-0, og undan vitjanini av klaksvíkingum í Gundadali sunnudagin hava HB og KÍ 9 stig. Tað vóru fleiri málmøguleikar í báðum endum. Veteranmálverjarnir Tórður Thomsen hjá B68 og Teitur Matras Gestsson hjá HB áttu sín stóra lut í, at tað ikki vórðu fleiri mál skorað.
Víkingur er einsamalt topplið við fullari úrtøku. Víkingur vant í gjár burtur úr grannunum í Fuglafirði, sum í Fløtugerði løgdu rygg til eyðmýkjandi 8-1 tap. Málið hjá ÍF var tað fyrsta á árinum, og ÍF er einasta felagið, sum enn einki stig hevur vunnið.
Mest óvæntaða úrslitið í hesum umfarinum var tað, at B36 ikki megnaði at vinna ímóti 07 Vestur í Gundadali. Hóast teir vóru undirmannaðir síðstu løtuna, megnaðu teir í 07 Vestur í yvirtíðini at javna til 2-2.
Tað var um reppið, at úrslitið á Skála eisini var óvæntað. KÍ skoraði 2-1 sigursmálið, tá ið meiri enn fýra minuttir vóru farnir út um vanligu leiktíðina. Dystargongdin var staðfesting av, at KÍ sammett við undanfarnu árini hevur stórar leikligar trupulleikar at dragast við – bæði í álopi og verju – og at tað býr ikki so lítið í liðnum hjá uppflytarunum á Skála.
Í Runavík vann NSÍ 2-0 ímóti EB/Streymi, sum tykist hava tað tungt.
Páll A. Klettskarð skoraði KÍ sigursmálið á Skála. KÍ veteranurin er toppskjútti við sjey málum í fýra dystum. Honum á baki er ein annar veteranur. Tað er Finnur Justinussen hjá Víkingi, sum í Fuglafirði skoraði tvær ferðir, og sum í fýra dystum hevur skorað fimm mál.
Í dystunum hjá HB og B36 áttu útlendingar stóran leiklut sum málskjúttar. Mikkel Dahl hjá HB er um at koma fyri seg eftir langan skaðasteðg. Hann var í kvøld skiftur inn á HB liðið. Tað var nýggi danski álopsspælarin Jacob Johansson, sum skoraði sigursmálið á Svangaskarði. Hann hevur nú skorað tvey mál.
Í Gundadali skoraðu útlendingar trý av teimum fýra málunum í 2-2 dystinum. Marius Kryger Lindh skoraði 2-1 málið hjá B36, og hjá 07 Vestur vóru tað danski álopsspælarin Emil Pedersen og Benjamin Smales-Braithwaite úr Englandi, sum skoraðu.
ÍF – Víkingur 1-8(1-2)
1-0: Gundur E. Petersen 3.
1-1: Jákup Johansen 45.
1-2: Finnur Justinussen 45.+2.
1-3: Poul Kallsberg 54.
1-4: Jákup Johansen 54.
1-5: Finnur Justinussen 57.
1-6: Sølvi Vatnhamar br 64.
1-7: Poul Kallsberg 67.
1-8: Martin Klein Joensen 00.+1.
NSÍ – EB/Streymur 2-0 (1-0)
1-0: Steffan A. Løkin 25.
2-0: Adi Terzic 82.
B68 – HB 0-1 (0-1)
0-1: Jacob Johansson 9.
Skála – KÍ 1-2 (0-0)
1-0: Marjus Nón 48.
1-1: Árni Frederiksberg 58.
1-2: Páll A. Klettskarð 90.+4.
B36 – 07 Vestur 2-2 (1-0)
1-0: Símun Sólheim 19.
1-1: Emil Pedersen 47.
2-1: Marius Kryger Lindh 74.
2-2: Benjamin Smales-Braithwaite 94.+
Víkingur | 4 | 4 | 0 | 0 | 14 | 2 | 12 |
B36 | 4 | 3 | 1 | 0 | 11 | 3 | 10 |
KÍ | 4 | 3 | 0 | 1 | 11 | 5 | 9 |
HB | 4 | 3 | 0 | 1 | 9 | 4 | 9 |
07 Vestur | 4 | 2 | 1 | 1 | 7 | 6 | 7 |
NSÍ | 4 | 2 | 0 | 2 | 9 | 7 | 6 |
Skála | 4 | 1 | 0 | 3 | 6 | 9 | 3 |
B68 | 4 | 0 | 1 | 3 | 1 | 7 | 1 |
EB/Streymur | 4 | 0 | 1 | 3 | 3 | 10 | 1 |
ÍF | 4 | 0 | 0 | 4 | 1 | 19 | 0 |
Máltindurin | |
Páll A. Klettskarð KÍ | 7 |
Finnur Justinussen Víkingur | 5 |
Petur Knudsen NSÍ | 4 |
5. umfar
Sunnudagin 14. apríl
Víkingur – Skála: Jákup Øssursson Mohr kl. 15.00
NSÍ – B36: Rúni Gaardbo kl. 19.00
EB/Streymur – ÍF: Alex Troleis kl. 17.00
HB – KÍ: Eiler Rasmussen kl. 15.00
Mánadagin 15. apríl
B68 – 07 Vestur: Heini Ziskason Viðoy kl. 18.00