Vesturlendsk vápn skulu kunna brúkast í Russlandi

Danski forsætisráðharrin mælir til, at Ukraina sleppur at brúka vesturlendsk vápn inni í Russlandi

Eyðun Klakstein
23. september 2024 kl. 13:10

Danski forsætisráðharin, Mette Frederiksen, mælir nú til, at Ukraina sleppur at brúka vápn, sum eru latin av vesturlendskum londum, inni í Russlandi.

Higartil hava ymiskar treytir fylgt við vápnunum, sum Ukraina hevur fingið frá europeiskum londum og USA. Eitt nú, at vápnini ikki vórðu brúkt á russiskum landaøki.

– Eg skjóti upp, at vit enda kjakið um eina reyða linju. Tann týdningarmesta reyða linjan var longu brotin, tá ið Russland fór inn í Ukraina, sigur Mette Frederiksen sambært miðlinum Bloomberg. 

Danski forsætisráðharrin heldur, at tey sameindu hjá Ukraina hava avmarkað Ukraina alt ov nógv við at seta treytir fyri brúkt av vápnum, og avleiðingin av tí hevur verið, at Russland hevur havt tey bestu kortini í hondini. 

Mette Frederiksen vil ikki hoyra talan um, at tað fer at herða stríðið, um Ukraina fær loyvi at brúka vesturlendsk vápn inni á russiskum landaøki. 

– Eg góðtaki ikki hesar treytir, og eg ætli mær ongantíð at lata nakran úr Russlandi avgera, hvat er rætt at gera í Nato, í Europa ella í Ukraina, sigur Mette Frederiksen sambært Bloomberg.