Boris Johnson, forsætisráðharri í Stórabretlandi, ásannar nú, at tað var ein “stórur feilur”, at vesturheimurin ikki gjørdi nakað við, at Russland hertók Krim-hálvoynna í 2014.
Í grein í The Telegraph, har Boris Johnson ger vart við, at vesturheimurin má gerast óheftur av russiskari gass- og oljuframleiðslu, skrivar Johnson, at tá Putin gjørdi innrás í Krim í 2014, gjørdi vesturheimurin ein stóran feil.
- Russiski leiðarin hevði framt eitt harðligt álop og tikið eitt stórt petti úr einum sjálvstøðugum landi - og vit lótu hann sleppa við tí, sigur Johnson.
Krim nesið liggur har suðuri í Ukraina og varð hertikið í 2014, og økið hevur síðani havt nógvar russiskar herdeildir.
Havnabýurin Sevastopol á Krim hevur søguliga verið havn fyri russiska og sovjettiska herflotan í Svarta havinum, og Krim nesið varð tí roknað sum týdningarmikið strategiskt mál fyri Russland.
Boris Johnson heldur, at einasti mátin at steðga “avnoyðsluni” hjá Vladimir Putin, er at gera vesturheimin leysan av russkiskari orkuframleiðslu, og av somu orsøk hevur Johnson eisini í hyggjuni at fara til Saudi Arabia og onnur flógvalond fyri at fáa oljuframleiðsluna har uppraðfesta.
Harumframt skrivar Boris Johnson, at bretska stjórnin ætlar at halda fram við tilgongdini at framleiða meira grøna orku í Stórabretlandi, umframt at hyggjast skal gjøllari eftir kjarnorku.
Boðini hjá Boris Johnson koma samstundis sum at russiskar herdeildir framhaldandi fremja álop á ukrainskar býir. Stórir partar av býnum Mariupol eru seinastu dagarnir lagdir í oyði, umframt at russiskar deildir hava seinastu dagarnar framt álop á íbúðarblokkar í høvuðsstaðnum í Ukraina, Kyiv.