Vestmenningar settu tingini upp á pláss

Steypafinalan menn: Vestmenningar vunnu við átta málum ímóti Neistanum, sum fyrstu løtuna var á odda

Jóannes Hansen
17. februar 2024 kl. 20:57

Tað er ikki á hvørjum ári, at vestmenningar vinna seg í steypafinaluna í hondbólti. Í kvøld vóru vestmenningar í finaluni, har teir spældu ímóti Neistanum, og tað var einki at rafla um.

VÍF vann stórsigur, og harvið hava vestmenningar fyri fyrstu ferð síðani 2015 vunnið steypafinaluna.

-Hetta er fantastiskt. Eg gekk í fimta flokki og var og hugdi, tá ið VÍF vann finaluna í 2015. Eg havi verið við til at vinna eina FM finalu, men tað, sum vit hava upplivað í kvøld, er nakað heilt øðrvísi og nakað, sum eg ikki havi upplivað áður, sigur Kristian Jensen í samrøðu við Símun Christian Olsen hjá Kringvarpinum.

Nær kendu tit tað, at hetta fór at vera tykkara dystur?

-Longu stutt undan steðginum kendu vit tað soleiðis, at vit orkaðu betri enn teir. Tað kemst av, at vit hava fleiri kvalifiseraðar spælarar og størri breidd, enn teir hava, segði Kristian Jensen. VÍF vann 31-23 eftir hálvleiksstøðuna 17-12. VÍF hevði sjey lið við í steypafinalunum, og hetta var fjórði finalusigurin. Eitt lið fer at spæla finalu í morgin. Nú er steypið handað, og so verður ferðin norður til Vestmanna fyrireikað, og tá fer at verða koyrt ígjøgnum bygdina.

VÍF legði Neistan undir eitt øgiligt trýst, og so var munur á spælarunum, sum vórðu skiftir inn.

Stóri málskjúttin var Filip Jojic, sum skoraði 12 mál.

Dagsins maður var VÍF málverjin Brandur Silvurstein. Hann plagar at vera eykamálverji hjá Mladen, men í kvøld var hann stóri brandurin í málinum, tá ið hann loysti av og bjargaði 12 ferðir.

Merkisvert er tað, at mest sum allir spælararnir á liðnum, sum vann steypafinaluna í kvøld, búgva í Vestmanna.

Hjá Neistanum var Herbjørn Lava toppskjútti við seks málum, og Erik Karlsson skoraði fýra mál.

Fyrsta steypafinalan hjá monnum var í 1985. Í kvøld vann VÍF steypafinaluna fyri áttandu ferð. VÍF hevur áður vunnið í 1988, 1989, 1993, 1997, 1999, 2015 og nú í 2024.

 

2023 H71 – KÍF 25-23
2022 H71 – Neistin 28-12
2021 H71 – Neistin 26-25
2020 H71 – Kyndil 23-19
2019 Neistin – Kyndil 23-22
2018 H71 – Kyndil 17-24
2017 H71 – StÍF 28-25
2016 H71 – Neistin 28-22
2015 VÍF – Neistin 26-25
2014  Kyndil – KÍF 22-20
2013 KÍF-StÍF  35-26
2012 Neistin-H71 (I) 30-27
2011 Neistin-KÍF 30-25
2010 Neistin-Kyndil 31-27
2009 Neistin-Kyndil 27-26
2008 Kyndil-StÍF 28-23
2007 StÍF-VÍF 26-25
2006 StÍF-VÍF 24-22
2005 StÍF-VÍF 28-23
2004 StÍF-H71 34-30
2003 Kyndil-StÍF 26-25
2002 StÍF-Neistin 30-28
2001 StÍF-VÍF 32-29
2000 Kyndil-Neistin 22-20
1999 VÍF-StÍF 24-23
1998 H71-Kyndil 23-20
1997 VÍF-Kyndil 25-21
1996 Kyndil-VÍF 29-18
1995 Kyndil-StÍF 32-24
1994 Neistin-VÍF 25-24
1993 VÍF-Neistin 22-18
1992 Neistin-Kyndil 15-14
1991 Kyndil-Neistin 22-17
1990 Kyndil-VÍF 19-18
1989 VÍF-Kyndil 21-19
1988 VÍF-Kyndil 16-15
1987 Kyndil-Neistin 21-14
1986 Kyndil-KÍF 24-23
1985 VÍF-Kyndil 33-24