Vestmanna kommuna hevur sett nýggjan kommunuskrivara

Rúna Ingunardóttir er sett í starv sum kommunuskrivari í Vestmanna

Sigurjón Einarsson
24. juli 2021 kl. 14:59

Rúna Ingunardóttir er 39 ára gomul og hevur drúgvar royndir sum verkætlanarleiðari og dagligur leiðari innan ymiskt virksemi, bæði í Danmark og í Føroyum.

Tað skrivar Vestmanna kommuna á heimasíðu sínari.

Seinastu fimm árini hevur hon búð í Vestmanna og verið samskipari hjá Barnabata. Har hevur hon verið verkætlanarleiðari á umfatandi ætlanum í samstarv við Mary Fonden og Red Barnet. Ígjøgnum sínar royndir hevur hon eisini fingið innlit í tað politisku skipanina, skrivar kommunan.

Rúna er útbúgvin altjóða fólkaskúlalærari, og hevur eisini lisið tænastubúskap í Keypmannahavn. Harumframt hevur hon lisið samfelag og mentan á lærda háskúlanum í Sevilla.

Rúna tekur við starvinum sum kommunuskrivari tann 1. august 2021.