ES-kommissjónin hevur ætlanir at veita stuðul fyri í alt 20 milliardir evrur til týskar fyritøkur, sum hava sett revsitiltøk í verk móti Russlandi vegna innrásina í Ukraina.
Tað skriva fleiri týskir miðlar.
– Við hesum hevur ES í hyggju at stuðla týskum fyritøkum, ið eru rakt av revsitiltøkum móti Russlandi, verður ES-kappingarkommisserurin, Margrethe Vestager, siterað fyri.
Sambært Vestager, so kunnu allar týskar fyritøkur, sum eru ávirkað av krígnum í Ukraina, søkja um stuðul – tó er tað ikki møguligt hjá fyritøkum, ið arbeiða í fíggjargeiranum, at søkja um stuðul.
Fyrst í apríl samtykti týska stjórnin ein hjálparpakka til týskar fyritøkur, ið eru raktar av avleiðingunum av krígnum í Ukraina. Hesin hjálparpakkin var samansettur av góðskrivingum og statsstuðuli.