"Ævisøgan um monologin" eftir Olaf S. Thomsen kom út heystið 2019, men tá ið tú í dag sært permuna, sum er prýdd við einum manni í klædningi og slipsi, stórari grønari gassmasku og grønum handskum slepst ikki undan at hugsa um korona. Men bókin snýr seg ikki um korona, men um ein frásagnarmann, sum - við fáum undantøkum - livir líka avbyrgdur sum fólk í koronaumhvørvum. Í fororðinum vendir frásøgumaðurin sær beinleiðis til lesaran og takkar fyri, at hesin er farin undir bókina. Hann fortelur, at hann sum smádrongur var smæðin: "Mær dámdi best at eygleiða. Mín heimur var tí í sinninum..." (s.7). Hann leggur aftrat, at hann eina tíð royndi at vera sum hini, men tað var ikki fyrr enn, hann slepti hesi ætlan, at hann kom heim: "Heim til mín sjálvs. Til mítt egna einsemi, ið altíð hevur verið mín trúfasti frændi" (s.7).
Akkurát í tí at vera eygleiðari og ikki undirmeta einsemi er hann líkur Ísmael, frásøgumanninum í skaldsøguni "Terningar - søgur av tilvild" eftir Carl Jóhan Jensen. Annars er ikki tann heilt stóri líkleikin millum hesar báðar frásøgumenninar, til tað er bæði tíðin, umhvørvi og lyndi ov ymiskt. Kortini murrar ella knarrar ein ivi uppi í høvdinum á mær, tí eitt sindur seinni í bókini stendur: "Ein misskiltur maður segði einaferð: 'Guð spælir ikki við terningum'. Eg kann við vissu siga, at tað ger deyðin heldur ikki" (s.42). Hetta kann sjálvandi vera ein tilvildin í mun til skaldsøguna hjá Carl Jóhan, men í eini yrking verður sagt: "at henda tilvera tín fer fram eftir berari tilvild" (s.82). Og eitt sindur seinni, tá ið frásøgumaðurin situr og lurtar eftir útvarpinum: "Mín yndisregla er: 'Vit skulu siga frá andlátum.'" (s.148). Hetta er fullkomiliga í tráð við støðuna heima hjá Ísmaeli og teimum, tá ið tey lurta eftir norðmanninum: "Og jú verri tíðindini vóru, tí longri stóð linnin" (Terningar s.265).
Tað er líkasum talið av tilvildum veksur, og hartil hevur Olaf hittinorðið: "Stóla ikki á onnur - serliga ikki tey, ið geva seg út fyri at vera álítandi" (s.16).
Einbýlismaður
Tá ið bókin kom út fortaldi høvundurin á heimasíðuni in.fo, at tekstasavnið er sett saman av hugleiðingum, brøvum, dagbókasíðum, ummælum av almennum WC’um, stuttsøgum, yrkingum og øðrum, sum lýsa lív og áskoðan rithøvundsins. Somuleiðis at tilfarið var skrivað í tíðarskeiðnum 1983-2019.
Á einum av teimum fremstu síðunum er mynd av einum kaffifiltri, sum er brúkt sum innkeypslepi at minnast til at keypa eplir, skerpikjøt, breyð og handarspritt. Í hesum koronadøgum er einki løgið í at keypa handarspritt, men fyri einum hálvum ári ella longri síðani var tað eingin vanlig vøra í einum húsarhaldi. Tá var tað eitt týðuligt tekin um, at her er ein, sum í gerandisdegnum er bangin fyri at blíva smittaður og sum tí ivaleyst vil halda seg burtur frá fólki.
Ummælir av WC'um
Eitt gjøgnumgangandi tema er ummælir av WC'um ymsastaðni, men í høvuðsheitum í Havn. Brotið "WC við Streymin" leggur fyri við at fortelja, at frásøgumaðurin hvønn morgun fær fimm litrar av tjúkkari mjólk frá MBM. Og hvønn morgun kulkar hann mjólk í seg, men hann er eisini farin undir at fylla eitt lítið barnaglas við mjólk og leggja snillin uppí. Hann stendur so í køkinum í berari undirtroyggju í einar tjúgu minuttir, til snillin "sigur, at nú kann vera vell" (s.21). Lesarin gerst greiður yvir, at hetta er eingin vanligur maður - eg veit í hvussu er ikki um nakran, sum ger hetta - men tað kemur meira: "Á ringum døgum helli eg salt (væl at merkja uttan jod, puha) upp í mjólkina og á tann hátt kenni pínuna. Pínuna at vera til" (s.21). Her kemur so aftrat øllum hinum ein helling ímóti tí flagellantiska og í tráð við hesa rørslu seint í miðøld, er tað eisini fyri at reka alla synd burtur gjøgnum sjálvpíning.
Tað fyrst ummælda WC er tað við Streymin, tí tað stendur ein gomul flamma fyri. WC dámar honum stak væl, og hann leggur seg á knæ og stingur nøsina heilt inn til WC-bustina, og hetta fær hann at missa tamarhaldið á sær sjálvum. Hann letur seg úr øllum klæðunum, og so kemur ein riðil av associatiónum við íblástri frá WC'num. Hetta at lata seg úr á almennum WC'um, tá ið tað liggur fyri gongur í heilum aftur, og viðhvørt strýkur hann WC-bustina eftir kroppinum og fær okkurt slag av njóting tannvegin. Trongdin tann serliga vegin stavar opinberliga aftur frá barnaárunum: "Minnist sum barn, hvussu eg hvørt kvøld vildi hava okkara vesibust við í song" (s.56).
Hunter S. Thompson
Høvundurin eitur sambært permuna Olaf S. Thomsen, og tað fær meg at hugsa um amerikanska journalistin og høvundan Hunter S. Thompson (1937-2005), sum var eitt stórt navn innan new journalism, har tann skrivandi blandar seg upp í frásøgnina, er í veruleikanum ein stórur partur av hesari. At tað einastaðni í "Ævisøguni um monologin" stendur: "Hetta var tíðin, áðrenn eg hevði skoytt S. uppí sum millumnavn hjá mær" (s. 68), laðar í hvussu er uppundir, at amerikumaðurin onkursvegna er við í spælinum. Líkasum hjá hesum er frásøgumaðurin høvuðspersónur, sum alt onkursvegna snýr seg um. Um Olaf S. Thomsen er eitt veruligt navn ella dulnevni fyri onkran heilt annan íspegil, veit eg ikki, men bókin, sum er latin úr hondum undir hansara navni, er avgjørt eingin vanlig bók. Søgan um serskøltin og hansara sermerktu girndir er um somu tíð áhugaverd og ótespilig, og so er hon gjøgnumsúrgað av einum speiskum nærum ófantaligum skemti.
Myndamálið er javnan stak litríkt og viðhvørt ikki sørt ótýdligt: "Sum ein hvílandi limur, ið vil sleppa undan at gjalda limagjald, liggur deyðin á mínum fótalagi" (s.35). Úr sama brotið: "Mann sær á fólki áðrenn og meðan tey hava blóðkrabba. Tey lukta eisini øðrvísi. Hesi fólkini velur deyðin at hanga upp at ræsa" (s.36). Hann hugsar um ommuna: "Omma var ein vøkur kvinna, eitt erotiskt knetti, sum eg mangan havi havt duldar tankar um. Tankar, sum vælferðarsamfelagið revsar. Hvat betur enn at liggja í fanginum hjá ommu og sutta tummil" (s.67).
Lesarin skilir, at frásøgumaðurin avgjørt ikki er nakar miðal hampamaður, men heldur ein, sum válkar sær í tí sum gongur fyri seg niðan belti. Kanska eitt sindur átøkur kvinnuni í "Ein lítil skaldsøga um frú A." eftir Jens Paula Heinesen, sum ikki vil tað vakra, men heldur tann nakna, skitna seksualitetin og tískil dregur bumsar av gøtuni heim til sín at mogga við.
Lois Buñuel
Tey ummældu WC'ini verða róst, um tey hava tann rætta luktin, sum antin kann vera, at tey eru skínandi rein, ella at tey hava ein stramman WC-lukt. Heima hjá frásøgumanninum sjálvum er eitt hundabøli við skitnum koppum og tallerkum, og um sítt egna WC sigur hann: "Kanska eg ein dagin havi dirvi at ummæla mítt egna wc. Eitt wc, sum altíð er kalt. Eitt wc, sum er fult av skitnum klæðum og gomlum skeggstubbum. Eitt wc, eg ikki havi vaskað í áravís" (s.89). Hetta er ein viðvendur heimur, sum tykist at vera í ætt við filmin "Le charme discret de la bourgeoisie" (Tann stillisliga sjarman hjá borgaraskapinum) 1972 eftir Luis Buñuel. Filmurin er í átta pørtum, og í einum av teimum sita fleiri fólk á WC-kummum um eitt borð og práta. Tá ið tey ætla at fáa sær ein bita, umbera tey seg og smoyggja seg inn í eitt lítið rúm, steingja hurðina og eta fyri seg sjálvi. Síðani inn aftur á WC-kummuna at práta við hini. Surrealisturin Buñuel vil í síni tvørvendu verð vísa áskoðaranum tað absurda í okkara atburði til fullkomiliga natúrlig viðurskiftir.
Tað er ikki akkurát tað sama, sum Olaf S. Thomsen ger, men tað ber á brá tannvegin. Leggjast skal aftrat, at hansara yndis-WC er almenna WC í Skopun, sum heldur til í einum bláum blikkskúri. Umrøðan av hesum er stutt, men niðurstøðan er tess meira greið: "Undir hesum vesi kunnu myndugleikarnir, við samtykt míni, fegin leggja meg til jarðar. Her hevði eg sovið væl" (s. 134).
Tolstoj og Laxness
Gjøgnum alla bókina standa millum brotini eitt slag av talmerktum hittinorðum sum: "Í myrkrinum gita vit." - Olaf #33", og "Illa er vorðið, tá ið hin besti er ikki nógv frægari enn hin versti". - Olaf #35. Harumframt eru eisini brot, sum bara óbeinleiðis hava nakað við frásøgnina annars at gera. Okkurt av teimum "Bræv frá Oddvør. 10.8.1999" tykist at vera meira ein ynskidreymur enn veruleiki, ímeðan okkurt annað sum "Ákæran" er beinleiðis surrealistiskt. Frásøgumaðurin verður klagaður, tí hann hevur tikið uppá og ikki longur passar buksurnar, sum keypmaðurin, ið seldi honum buksurnar, sigur einaferð sótu væl. Í søguni er hetta ein álvarslig ákæra!
At sami frásøgumaður er hampiliga væl lisin kemur fram, tá ið hann á vitjan á Landsbókasavninum stendur við eini bók, hvørs tittul er á russiskum og sum sigst at vera skriva av einum hampamanni, hvørs navn eisini verður endurgivið við kyrilliskum stavum. Umsett til latínska alfabeti verður bókin "Vojna i mir", sum er "Kríggj og friður", og høvundurin Lev Nikolajevits Tolstoj. Í næstu løtu skal okkara maður á WC, og har hevur hann eina síðu úr "Atómstøðini" eftir Halldór Laxness við sær á kummuna. Blaðsíðan úr "Atómstøðini" - síða 86 í upprunaútgávuni - verður síðani stungin niður í cisternuna, ímeðan russiski høvundurin og hansara stóra skaldsøga ikki verða tikin upp á tungu aftur. Mystifikatiónir mangla sanniliga ikki.
Merkiliga undirhaldandi
Mamma og pápi frásøgumannin verða javnan umrødd, men her eru viðurskiftini eitt sindur ógreið, og tað var aldurin á frásøgumanninum eisini. Meginpartin av bókini helt eg, at hesin var ein yngri maður, men einastaðni spælir hann við tankan um sítt egna andlát í útvarpinum: "Olaf S. Thomsen, ættaður úr Hvannasundi, andaðist í heiminum hin 12.6.2021, 64 ára gamal. Tey, ið ynskja at minnast Olaf, kunnu lata eina peningagávu til partafelagið SEV. Eingin jarðarferð er ásett." (s.148).
Ein óvanlig bók, men fyri tað mesta merkiliga undirhaldandi. Spurningurin er, um eg haldi, at "Ævisøgan um monologin" er ein góð bók? Svarið er: Eg veit ikki. Um eg haldi, at tað er ein vánalig bók? Nei, tað haldi eg ikki. Eg veit snøgt sagt ikki, hvat eg skal halda um hesa bók, sum á annan bógvin tykist at vera pjøkað saman av ymiskum tekstum, men onkursvegna á hin bógvin er ógvuliga medvitið sett saman - haldi eg. Eitt veit eg í hvussu er, og tað er, at "Ævisøgan um monologin" er ikki keðilig, tó at eg rokni við, at okkurt hampafólkið fær ilt av summum av teimum bersagdu lýsingunum av tí sum fyriferst.
Olaf S. Thomsen: Ævisøgan um monologin. Sniðgeving og perma: Pætur Eyðunsson Jensen/Droym. Forlagið OST 2019. 261 bls.