(Dagført klokkan 11:47)
Tá endaspøl í fótbólti eru á skránni, so plagar tað at vera sett í samband við fólkaveitslu á gøtunum, og tá er ofta øl við í leikinum.
Um nakar dagar byrjar HM-endaspælið í Katar, men longu nú er greitt, at tað verður eitt øðrvísi upplivilsi í oljustatinum. Katar hevur eina stranga lóggávu, tá tað kemur til alkohol, og tað er ólógligt at vera sjónliga ávirkaður á gøtunum. Tó varð hildið, at til HM-endaspælið fór at vera møguligt hjá fólki at keypa øl á leikvøllunum.
Men nú nakrar fáar dagur áðrenn HM-endaspælið byrjar, koma nýggj boð úr vertslandinum. Nú leggur vertstjóðin trýst á FIFA um at banna allari ølsølu á teimum átta leikvøllunum, har endaspælið verður spælt, skrivar The Guardian.
Risastóra ølfyritøkan Budweiser er ein av størstu lýsarum hjá FIFA, men seinasta leygardag vórðu tey biðin um at flyta teirra ølbásar burtur frá leikvøllunum til onnur minni sjónlig støð.
Nú skrivar bretska blaðið The Times, at vertstjóðin ætlar at fara enn harðari til verka og banna allari ølsølu yvirhøvur. Miðilin skrivar, at FIFA og Budweiser fundast í dag um møguligu nýggju støðuna.
Budweiser hevur gjørt ein stóran sáttmála við FIFA í samband við endaspælið, og tí fer eitt bann fyri allari ølsølu at vera eitt beinleiðis sáttmálabrot í avtaluni millum fótbóltssamgonguna og ølframleiðaran.
AB InBev-samtakið, ið millum annað eigur Budweiser, er komið við hesar útsøgnini, sambært Sky News:
“Tann 12. november segði FIFA, at okkara ølbásar skuldu flytast til onnur nýggj støð. Vit arbeiða saman við FIFA um at skapa best møguligu karmarnar fyri viðhaldsfólkini. Okkara fokus er at geva okkara brúkarum tað besta upplivilsi – eisini í hesum broyttu umstøðunum”.
Um eitt ølbann kemur í verk, so verður einasta staði, har áskoðarar kunnu drekka alkohol, vera í einari serligari áskoðarapark, har ikki ber til at keypa meira enn fýra øl fyri hvørt fólki. Prísurin fyri ein hálvan litur av øli verður 99 krónur fyri hvørja øl.
FIFA hevur nú almannakunngjørt, at eingin ølsøla verður í og kring teir átta leikvøllirnar í Katar, har endaspælið verður. Hesi boðini koma tveir dagar áðrenn sjálvt endaspælið byrjar.