Í dag avgjørdi býarrætturin í Keypmannahavn, at versonur Brittu Nielsen, sum 20. desembur í fjør, bleiv ákærdur fyri sín leiklut í sakarmálinum um dátusvik í Socialstyrelsen, ikki er vardur av navnabanni
Britta Nielsen bleiv í heyst fjør ákærd og handtikin fyri at hava framt dátusvik fyri tilsamans 111 milliónur krónur í tíðarskeiðinum 2002 til 2018, ímeðan hon starvaðist við dag- og sjúkrapeningi í studningsfyrisitingini hjá Socialstyrelsen og í Sikringsstyrelsen í Danmark.
Les eisini: Ein Øvutur Robin Hood
Í dag kunngjørdi býarætturin í Keypmannahavn, at versonur hennara, 37 ára gamli, Kian Omid Mirzada, sum er giftur við dóttrini, Karinu Jamilla Hayat, eisini er ákærdur fyri sín leiklut í málinum sambært grein 290 í revsilógini. Tað skrivar B.T.
Sum tann fimti persónurin í sakarmálinum, er hann ákærdur fyri groft folabrotsverk og skal eitast at hava brúkt og í samráð við Brittu Nielsen hava krógvað stórar peningaupphæddir. Revsikarmurin er upp til seks ára fongsulsrevsing, men higartil noktar versonurin seg sekan, og hvørki hann ella báðar døtrarnar, sum síðani oktobur eisini hava verið ákærdar fyri sama lógarbrot, eru í løtuni varðhaldsfongslaði.
Britta Nielsen og skuldsetti 48 ára gamli sonur hennara, Jimmy Hayat, sita tó bæði fongslaði. Sonurin noktar seg sekan, men enn er óvist, um Britta Nielsen sigur seg sakleysa, ella ei. Hon kann verða dømd upp í átta ára fongsulsrevsing.
Noktaður navnabann
Versonurin, Kian Omid Mirzada, bleiv ákærdur tann 20. desembur í fjør, men hevur higartil verið vardur av navnabannið, ið verji hansara, Andro Vrlic, ynskti at varðveita. Hann grundgav soleiðis fyri tí í rættinum í dag:
- "Mær kunnigt, eru einki fíggjarligt samband ímillum mín klient og høvuðspersónin í sakarmálinum, Brittu Nielsen, og tað hevur ákæruvaldið heldur ikki megnað at upplýst nakað um í dag."
Býarrætturin í Keypmannahavn góðtók ikki navnabann orsakað av álvarseminum í sakarmálinum.
Ikki fyrsta revsiverda misbrotið
Kian Omid Mirzada hevur áður framt grov lógarbrot. Hann er dømdur fyri bæði harðskap, hóttanir og hevur, í einum øðrum sakarmáli, verið ákærdur fyri frælsistøku, harðskap og hóttanir.
Seinasta sakarmálið snúði seg um fólkarán og grovar hóttanir ímóti einum pólskum handverkara. Elsta dóttirin hjá Brittu Nielsens, Karina Jamilla Hayat, var eisini ákærd í sakarmálinum.
Tann ákærdi Kian Omid Mirzada er av afganskum uppruna. Pápi hansar hevur fyrr greitt frá um keðiligu avleiðingarnar, sambandið ímillum Brittu Nielsen og familjuna hevði við sær:
- "Britta Nielsen hevur havt eina keðiliga ávirkan á hann. Hon hevur stolið mín son", segði pápi Kian Omid Mirzada í fjør við B.T.