Verkfalsvaktir vildu ikki loyva ferðafólkum umborð á bussar

Ringt var eftir løgregluni, sum hevur givið bussunum loyvi at koyra ferðafólkini

Fríðmundur Nattestad
23. mai 2024 kl. 13:01

Franska ferðamannaskipið, Le Boréal, liggur í løtuni við kei í Runavík. Fleiri bussar eru komnir á staðið, at taka ímóti ferðafólkum frá skipinum, men tá ferðafólkini komu í land, stóðu verkfalsvaktir frá arbeiðarafeløgunum og forðaðu teimum í at fara umborð á bussarnar.

Magni Mouritsen frá Mouritsen's Bussar meldaði málið til løgregluna, sum var skjót á staðnum. Løgreglan valdi at geva bussunum loyvi at taka ímóti ferðafólkunum.

Harry Benjaminsen, formaður í Tofta Arbeiðsmannafelag, sigur, at tey gera eftir boðum frá løgregluni, og tí ikki longur forða ferðafólkunum at sleppa umborð á bussarnar.

- Vit hava fingið tað burturúr, at vit hava varpað ljós á verkfallið. Vit fara ikki at leggja okkum út í nakað stríð við løgregluna, sigur Harry Benjaminsen við Dimmalætting.