Verkfalsvaktir í hópatali savnaðust í morgun uttanfyri Asfaltsverkið á Sundi í samband við verkfallið.
Endamálið er at forða fyri verkfalsraktum arbeiði.
- Tá tað er verkfall, so er ikki rætt, at fólk fara út at asfaltera, segði Georg F. Hansen, formaður í Føroya arbeiðarafelag, við Kringvarpið í morgun.
Nógv asfaltsarbeiði verður annars gjørt um hesa árstíðina, nú veðrið er gott, og Georg F. Hansen harmast eisini um, at noyðast at forða fyri hesum arbeiðinum.
- Tað er spell at tey ikki sleppa at gera sítt arbeiði, men nú eru vit í einum verkfalli, og tað verður onki gjørt, tá tað er verkfall, sló formaðurin í Føroya arbeiðarafelag fast.
Georg F. Hansen segði eisini við Kringvarpið, at ætlanin er at vera uttanfyri Asfaltsverkið í allan dag, og at tey eisini koma aftur í morgin.