Nú ið verkfallið hjá teimum fýra Arbeiðarafeløgunum hevur vart í tríggjar og eina hálva viku, verður enn ein roynd gjørd fyri at fáa partarnar at semjast.
Talan er um Føroya Arbeiðarafelag, Havna Arbeiðarafelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag.
Tað fimta arbeiðarafelagið, Havnar Arbeiðskvinnufelag, er eisini farið i verkfall, men tær samráðingarnar eru fyri seg.
Terji Sigurðsson, semingsmaður hevur gjørt tvær royndir at fáa semju ímillum partarnar fyri at fáa ein enda á verkfallinum, men báðar royndirnar eru miseydnaðar.
Tann seinasta royndin miseydnaðist hósdagin. Men nú hevur semingsmaðurin aftur kallað umboð fyri stríðandi partarnar á fund í morgun fyri at vita um teir eru sinnaðir at nærkast hvørjum øðrum.
– Tað skal ikki standa á mær at fáa semju í lag og tí havi eg kallað partarnar saman í morgun, sigur semingsmaðurin.
Nú verkfallið hevur vart í tríggjar og eina hálva viku, vónar hann, at støðan er mýkt so frægt, at tað ber til at taka samráðingarnar upp aftur.
Hann sigur kortini, at tá ið hann kallar partarnar saman aftur í morgun, er tað av hansara egnu ávum og ikki tí at nakar av pørtunum hava vent sær til hansara og heitt á hann um at gera tað. Tað er sostatt ikki tí at hann hevur fingið nakra ábending um, at partarnir hava flutt seg nærri hvørjum øðrum.
– Men eg fari at gera eina roynd, tað er tað, eg eri til, sigur Terji Sigurðsson.