Verkfallið: Vit eru sinnað at slaka í okkara lønarkrøvum

Semingsroyndin, sum arbeitt hevur við í nakrar dagar, var til fánýtis

Áki Bertholdsen
30. mai 2024 kl. 17:37

Føroya Arbeiðsgevarafelag vil samráðast, men tað vila arbeiðarafeløgini ikki. 

Tað er niðurstøðan hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag eftir at seinasta semingsroyndin slitnaði nú seinnapartin.

Hesar seinastu dagarnar hevur verið arbeitt við eini nýggjari semingsroynd og í tí sambandi hevur fundur verið ímillum partarnar í dag.

Endamálið var at lodda dýpið við tí endamáli at fara undir eina veruliga semingsroynd í morgun.

Men partarnir standa framvegis so langt frá hvørjum øðrum, at semingsmaðurin sá einki endamál í at fara undir eina veruliga semingsroynd í morgin.

Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur hug at geva arbeiðarafeløgunum skyldina fyri miseydnaðu semingsroyndina í dag.

Vit hava sagt semingsmanninum frá, at vit hava flutt okkum, og er til reiðar at samráðast, um so er, at arbeiðarafeløgini gera tað sama, sigur Vinnuhúsið í einum boðum í dag.

Men har er tó eingin at samráðast við, leggja tey afturat.

Tey siga, at samrøðurnar í dag vístu, at arbeiðarafeløgini ikki eru sinnaði at flyta seg, og tískil fer semingsmaðurin ikki at skipa fyri einari semingsroynd, sum talan annars hevur verið um.

– Føroya Arbeiðsgevarafelag stendur spyrjandi, og heldur tað vera ábyrgdarleyst, at arbeiðarafeløgini ikki eru til reiðar at samráðast, siga tey. 

– Skal trætan loysast má fyrsta fortreyt vera, at arbeiðarafeløgini eru til reiðar at seta seg við samráðingarborðið og vísa vilja at samráðast, leggja tey afturat.

Vilja tey framhaldandi ikki tað, hevur Føroya Arbeisðgevarafelag einki boð uppá, hvussu vit sleppa burturúr naggatódnini. 

– Føroya Arbeiðsgevarafelag er tó framhaldandi til reiðar at samráðast, um støðan broytist, sigur Arbeiðsgevarafelagið.

Vit hava meiri um eina løtu.