Klokkan trý, seinnapartin í dag, fer semingsmaðurin undir triðju royndina at fáa arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevararnar at semjast um ein nýggjan sáttmála so at ein endi kann fáast á verkfallinum, sum nú hevur vart í tríggjar og eina hálva viku.
Heri Reynheim, formaður í Havnar Arbeiðarafelag, sigur, at tey fara undir samráðingarnar við góðum treysti, men aðrar viðmerkingar hevur hann ikki, tí nú er tað semingsmaðurin, sum hevur orðið, sum hann málber seg.
Men annars sigur, hann, at verkfallið gongur sína gongd ímeðan semingsroyndin er. Kortini er greitt, at arbeiðarafeløgini fara at binda frið ímeðan semingsroyndin er.
Tað merkir, at verkfallið heldur fram sum nú, men at fleiri tiltøk fyri at herða tað, verða ikki sett í verk so leingi semingsroyndin er.
Slitnar eisini hendan semingsroyndin, er støðan ein onnur, og so taka tey tað haðani frá.