Nú er uppskot lagt fyri Løgtingið um at skerja verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum so nógv, at í roynd og veru vera næstan allar tenninar trektar úr Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Landsstýrið hevur gjørt av at leggja seg út í verkfallið, nú næstan øll undantøk verða tikin aftur nú klokkan 16 í dag.
Tá er vandi fyri, at lív og heilsa verður sett í váða og tað vil landsstýrið ikki góðtaka.
Tí verður tað nú sjúkrhúsverkið sjálvt sum skal gera av, hvørji starvsfólk ið Sjúkrahúsverkið ikki fær verið fyriuttan.
Teir limir hjá Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, sum fáa boð frá Sjúkrahúsverkinum, fáa skyldu til at fara til arbeiðis og at fylgja sáttmálanum millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið, sum var galdandi til 1. januar 2023.
Sjúkrahúsverkið skal kalla starvsfólk inn eftir somu grundreglum, sum undantøkini higartil eru givin eftir, soleiðis at tryggjað verður, at sjúklingatrygdin ikki kemur í vanda.
Tað vil siga, at í roynd og veru eru tað bara ætlanin at avtaka undantøkini, sum Løgtingið tekur aftur. Tí kann væntast, at støðan, sum annars hevur verið undir verkfallinum higartil, fer at halda fram, eftir at lógaruppskotið er samtykt.
Verður Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar ósamt við eina avgerð hjá Sjúkrahúsverkinum um, hvørji starvsfólk ið Sjúkrahúsverkið ikki fær verið fyriuttan, skal felagið kunna leggja spurningin fyri eina nevnd, sum verður mannað við trimum limum, har stjórin í Fólkaheilsustýrinum verður formaður, og Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar kunnu velja hvør sín lim.
Verður nevndin ikki samd, skal formaðurin kunnu taka endaliga avgerð.
Men so leggur landsstýrið eisini trumf á, tí Løgtingið fer eisini at samtykkja, at verður verkfallið víðka, verður sami leistur at nýta til at taka avgerð um neyðug undantøk frá verkfallinum.
Verður verkfallið t.d. víðkað til at fevna um sjúkrarøktarfrøðingar, sum starvast hjá Almannaverkinum, verður tað Almannaverkið, sum í fyrstu syftu skal kunna taka avgerð um, hvørji undantøk ið eru neyðug.