Verkfallið: Tað skal semingsmaðurin ikki bestemma

Hetta tænir ikki nøkrum - og als ikki semingsmanninum, siga tey fýra arbeiðarafeløgini, sum harmast um framferðina hjá semingsmanninum

Frá vinstru eru tey Absalon Hansen, formaður í Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, Heri Reynheim, formaður í Havnar Arbeiðarafelag, Jastrid W. Niclasen, forkvinna í Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag
Áki Bertholdsen
5. juni 2024 kl. 23:59

Sum vit skrivaðu í áðni, er Terje Sigurðsson, sermingsmaður, sera misnøgdur við, at Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtaki, hevur sagt sína hugsan um samráðingarnar, beint eftir at semingsmaðurin hevur kallað partarnar saman til samráðingar.

Tá ið semingsmaðurin er boðsendur til til eina samráðing á arbeiðsmarknaðinum, er tað hann, sum tekur yvir og tá fáa stríðandi partarnir munnkurv.

Terje Sigurðsson sigur við www.in.fo, at hann er sera misnøgdur við, at umboðið, at Sonja Jógvansdóttir hevur úttalað seg um semingsroyndina, hóast semingsmaðurin hevur givið pørtunum boð um, at tað bara er hann, sum úttalar seg.

Men nú svara arbeiðarafeløgini aftur. 

– Vit harmast um, at semingsmaðurin fer alment út við ábreiðslum móti samskipara okkara, og við hesum ger seg sekan í júst tí sama, sum hann leggur samskiparan undir, siga formenninir í teimum fýra arbeiðarafeløgunum, Heri Reynheim, formaður í Havnar Arbeiðarafelag

Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag, Jastrid W. Niclasen, forkvinna í Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og  Absalon Hansen, formaður í Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag.

Í eini almennari frá boðan í kvøld siga tey, at tey halda, at tað tænir ikki 

nøkrum av pørtunum, og als ikki semingsstovninum, at fara alment út við slíkum skuldsetingum

– Tað er og verður ongantíð Terji Sigurðsson, sum kemur at avgera, hvør er partur av samráðingartoyminum. 

– Sonja Jógvansdóttir er ein týðandi partur av samráðingartoyminum hjá fakfeløgunum, og hevur seinastu vikurnar lagt nógv fyri at tryggja verkafólki ordiliga løn, siga tey fýra fakfeløgini