Beint nú er einki sum røkist fyri, at verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum fær ein enda.
Partarnir hittust um vikuskiftið, men tann semingsroyndin miseydnaðist eisini. Hetta er triðja semingsroyndin, sum er miseydnað, og semingsmaðurin hevur boðað frá, at hann ger ikki meiri fyrr enn hann fær eina greiða ábending frá pørtunum, ella øðrum av pørtunum um, at tey eru til reiðar at flyta seg.
Jan Mortensen, stjóri á lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum, sigur, at síðani semingsroyndin miseydnaðist, hevur púra einki samband verið ímillum partarnar.
Tey hava heldur ikki verið í sambandi við semingsmannin.
Hann hevur ikki fleiri viðmerkingar, heldur ikki um, hvssu tað ber til at koma burturúr hesi naggatódnini.
Vit hava ringt áhaldandi til Óluvu í Gong, forkvinnu í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, men hon svarar ikki.