Vit sita í løtuni og viðgera, hvat okkara næsti leikur skal vera. Tað sigur Óluva í Gong, forkvínna í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Tað stendur í botni í lønarsamráðingunum við Fíggjarmálaráðið og leygardagin slitnaði tann triðja semingsroyndin.
Síðani hevur einki samband verið ímillum partarnar - og samband hevur heldur ikki verið við semingsmannin aftur.
Fyrr í dag søgdu vit úr Fíggjarmálaráðnum, at einki er hent síðani. Tað kanst tú lesa meiri um her: https://www.dimma.fo/grein/verkfallid-tad-er-isakalt-imillum-partarnar
Óluva í Gong váttar, at einki er hent, og at einki samband er ímillum partarnar, og tað er heldur einki samband verið við semingsmannin.
Men hon sigur, at tey í nevndini í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, sita í løtuni og viðgera støðuna, og hvat teirra næsti leikur skal vera.
Hon hevur ikki aðrar viðmerkingar, og hon hevur heldur onga viðmerking til spurningin, um tann næsti leikurin kann vera eitt nýtt tilboð til Fíggjarmálaráðið, ella um talan verða um onkur tiltøk fyri at leggja trýst á mótpartin. Hon leggur afturat, at tað er ikki vist, at tey verða liðug við viðgerðina í dag.
Hósdagin legði Løgtingið upp í og tvingaði nakrar sjúkrarøktarfrøðingar aftur til arbeiðis. Hetta eru í mestan mun teir sjúkrarøktarfrøðingarnir, sum alla tíðina hava fingið undantak frá verkfallinum, og sum sostatt hava verið til arbeiðis fyri at sjúklingar við bráðneyðugum tørvi á røkt, eisini fáa hana.
Og Óluva í Gong er púra sannførd um, at tað hevur í hvussu so er gjørt sítt til, at verkfallið dregur út og at tað er drúgvari enn tað annars hevði verið, tí tað hevur trekt tenn úr teimum.
Hetta er sætta vikan, verkfallið er, og sostatt er hetta eitt tað drúgvasta verkfallið, sum verið hevur, yvirhøvur, kanska tað drúgvasta.