Verkfallið: Semingsroyndin heldur fram í dag
Tey eru sloppin at fáa sær ein blund í nátt og herja á aftur í dag
Áki Bertholdsen
7. juni 2024 kl. 07:43
Seinnapartin í gjár fór semingsmaðurin undir enn eina roynd at fáa semju í lag ímillum arbeiðsgevararnar og arbeiðarafeløgini.
KvF sigur í morgun, at partarnir sótu saman til klokkan eitt í nátt, men so sluppu tey at hvíla seg.
Tíðindaportalurin in.fo, sigur, at øll samráðingarfólkini hava eisini fingið kamar á Hotel Føroyum, har samráðingarnar eru, tí ætlanin er at verða verandi á hotellinum til eitt úrslit fyriliggur.
Men samráðingarnar verða so tiknar upp aftur klokkan 10 í morgun og semingsmaðurin sigur við KvF, at talan er um torførar samráðingar og at hetta næsta samdøgurið verður rættiliga avgerandi fyri um tað røkkur ella støkkur.