Nú klokkan 10 í morgun tók semingsmaðurin samráðingarnar ímillum arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevararnar upp aftur í eini roynd at fáa enda á verkfallinum.
Tvær ferðir áður hevur semingsmaðurin roynd at finna semju ímillum partarnar, men alt var til fánýtis.
Men seinnapartin í gjár fór hann undir triðju royndina. Samráðst var til klokkan eitt í nátt og so sluppu partarnir at hvíla seg. Tey fóru kortini ikki til hús, men vórðu verandi á Hotel Føroyum, har samráðingarnar eru.
Men nú í morgun varð semingsroyndin so tikin upp aftur og Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur, at ætlanin er at halda á, til tað røkkur ella støkkur.
Hann hevur fyrireikað seg til at samráðingarnar fara at vara alt vikuskiftið um so skal vera.
Men hann ásannar, at samráðingarnar eru serstakliga truplar, sum hann málber seg.
Hann sigur, at dagurin í dag verður avgerandi fyri samráðingarnar, tí tá ið hann fer at halla, væntar hann at hava fingið eina greiðari mynd av um tað er nakað at fara víðari við, ella um partarnir framvegis standa so langt frá hvørjum øðrum, at hann má leggja kongin fyri triðju ferð
Men hann leggur kortini afturat, at so leingi partarnir tosa saman, má hann hava eina vón um, at tað fer at bera á mál, so samráðingarnar halda fram við góðum treysti.