Seinnapartin í dag fer semingsmaðurin undir sína triðju semingsroynd í sáttmálatrætuni ímillum arbeiðsgevararnur og arbeiðarafeløgini í verkfalli.
Men í gjár tók orrusta seg upp ímillum partarnar. Fyri ikki at grugga málið, hevur semingsmaðurin givið pørtunum munnkurv og hevur noktað teimum at siga sína hugsan um nakað sum helst í sambandi við samráðingarnar.
Men kortini hevði Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtaki, havt samrøðu við KvF um samráðingarnar og um støðuna hjá arbeiðarafeløgini.
Hetta fekk semingsmannin at geva ilt av sær á www.in.fo har hann átalaði framferðina, og at Sonja Jógvansdóttir hevði sagt sína hugsan, hóast hann hevði givið teimum boð um halda tátt um samráðingarnar.
Men Arbeiðarafeløgini vóru skjót at svara aftur og at boða frá, at tað verður ikki semingsmaðurin, sum sleppur at bestemma, hvør skal umboða tey í samráðingunum.
Sostatt kundu fólk hildið, at ein slík orrusta var ikki tann besti gróðrarbotnurin fyri eini væleydnaðari semingsroynd.
Men Heri Reynheim, formaður í Havnar Arbeiðarafelag, sigur í stuttari viðmerking, at hetta fer ikki at ávirka semingsroyndina.
Hann sigur, at tey hava tosað við semingsmannin, og tey eru samd um, at hetta er farið og at tað nú ræður um at líta frameftir.
Nú hava partarnir sagt tað, teir hava at siga í hesum máli, og so er tað farið aftur um, sigur hann.