Verkfallið: Í hesi løtu er sjúkrahúsverkið er við at smokka saman

Løgtingskvinna sigur, at fær hetta menniskjansligar avleiðingar, kann hon ikki hyggja í speglið

hesum kunnu vit ikki liva við, sigur løgmaður
Áki Bertholdsen
2. november 2023 kl. 13:28

Fara partarnir ikki til samráðingarborðið aftur beinanvegin, eigur Løgtingið at forða fyri, at lív og heilsa hjá fólki er í vanda.

Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður, nú Løgtingið viðgerð eitt uppskot um at avmarka verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum.

Og hann sigur, at tað hevur stóran skund hjá Løgtinginum at avgreiða málið, tí Felagið fyri sjúkrarøktarfrøðingarnar hevur longu sent allar sjúkrarøktarfrøðingar, sum hava sáttmála við Fíggjarmálaráðið í verkfall, eisini tey, sum arbeiða á sjúkrahúsunum og í Almannaverkinum.

Tað merkir, at beint í hesi løtu er sjúkrahúsverkið í ferð við at smokka saman tí eingin er til arbeiðis – heldur ikki at viðgera sjúklingar ið hava bráðneyðugan tørv á viðgerð.

Hann sigur, at hetta er ikki ein støða, vit kunnu liva við og fara partarnir ikki aftur til samráðingar beint nú, eigur Løgtingið at forða fyri, at sjúklingatrygdin er kemur í vanda - og tað má berast skjótt at.

Men hann ásannar, at tað stendur í botni, tí krøvini til mótpartin eru treytaleys.

Hervør Pálsdóttir úr Tjóðveldi sigur, at fær hetta mennisjansligar avleiðingar, kann hon ikki hyggja í speglið, og hon dugir ikki at síggja nakra aðra loysn enn at Løgtingið leggur upp í.