Verkfallið: Hetta var ikki smart

Stjórin hjá Poul Michelsen leggur seg skerflatan, men alt, arbeiðarafeløgini siga, er ikki satt 

Stjórin á Poul Michelsen leggur seg flatan
Áki Bertholdsen
28. mai 2024 kl. 16:25

– Hetta var ikki smart og soleiðis høvdu vit ikki gjørt aftur.Tað sigur Gunnar Mohr stjóri á heilsøluni hjá Poul Michelsen. 

Arbeiðarafeløgini hava skuldsett hann fyri at royna at bróta verkfallið við at keypa matvørur til Føroya upp á nakkan á Landssjúkrahúsinum.

Feløgini siga, at hetta hendi í farnu viku, men tá kravdi arbeiðarafeløgini, at vøra, sum skuldi á Landssjúkrahúsið, skuldi flytast beinleiðis út á Landssjúkrahúsið og ikki á goymsluna hjá Poul Michelsen fyrst.

– Tað er beinleiðis skeivt, at vøran, vit fingu í seinastu viku, varð ikki bíløgd ikki upp á nakkan á Landssjúkrahúsinum, sigur Gunnar Mohr.

Hann sigur, at í seinastu viku kom vøran annan hvítussunnu og hon var koyd beint niðan á goymsluna. 

– Hetta var vanlig vøra sum skuldi í handlarnar og ikki á Landssjúkrahúsið, so tað er beinleiðis skeivt, at vit hava bílagt vøru upp á nakkan á Landssjúrahúsinum, sigur hann.

Gunnar Mohr sigur, at tá ið vøra so aftur varð bílagt í hesi vikuni, bað tann, sum bílegði vøruna bara útlendska veitaran um at seta alt upp á Landssjúkrahúsið.

– Var alt, sum vanligt, hevði vøran verðið koyrd niðan á goymsluna hjá Poul Michelsen og so hevði Landssjúkrahúsið fingið tað burtur av, sum tey skuldu hava. Restin hevði so verðið koyrd á ellisheim og ymsar búfelagsskapir, sum hava fingið undantaksloyvi til at fáa matvørur. Tað vóru eisini onkur skip, sum ætlaðu at fáa eitt sindur av frukt og grønmeti við, viðgongur hann.

– Men eftir kravinum frá Arbeiðarafeløgunum í seinastu viku, varð alt ístaðin fyri koyrt út á Landssjúkrahúsið og tí komu tey at liggja inni við meiri vøru enn tey høvdu bílagt.

Gunnar Mohr sigur, at málið verður nú avgreitt, so at avlopsvøran verður flutt av Landssjúkrahúsinum aftur og koyrd út á ellisheim og búfelagsskapir av ymsum slagi.

Hinvegin sigur hann, at talan er um 11 plattar av frukt og grønmeti og tað røkkur ongan veg í handlunum. 

– Tað er ikki nokk til ein handil. Bara onkur einstakur av teimum størstu handlunum fær einar 40 - 50 plattar, so 11 plattar muna púra einki at fáa í handlarnar - tað var tí, at ætlanin var ikki, at nakað skuldi í handlarnar.

Men stjórin hjá Poul Michelsen leggur seg flatan, tí hann viðgongur, at hetta var ikki smart, sum hann tekur til.

Hetta var eitt mistak, sum ikki var serliga smart.

– Ætlanin var ikki at misbrúka Landssjúkrahúsið og koma vit í somu støðu aftur, bera vit okkum øðrvísi at og bíleggja beint til búfelagsskapirnir og ellisheim, sum skulu hava vøruna, sigur Gunnar Mohr.

Kortini viðgongur hann eisini, at tey kanna møguleikar fyri at fáa vørur til landið, tí støðan er eitt sindur spent. 

– Vit hava nógv fólk til arbeiðis, men ongar vørur at selja, so sostatt ongar inntøkur, sigur stjórin