Løgtingið viðgerð í løtuni eitt uppskot um at avmarka verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum.
Sum vit skrivaðu í áðni, tekur samgongan, og Sambandflokkurin undir við tí. Ì hvussu so er ein partur av Sambandsflokkinum, tí Kaj Leo Holm Johannesen ger nú greitt, at hann tekur ikki undir við tí.
Heldur ikki hinir báðir flokkarnir, Fólkaflokkurin og Miðflokkurin, taka undir við uppskotinum.
Tey staðfesta, at samgongan legði út við at geva nøkrum útvaldum fakbólkum eitt politiskt ásett lønarlyft og at tað hevur gjørt samráðingar við onnur fakfeløg, verri, eitt nú sjúkrarøktarfrøðingarnar.
– Hetta var byrjanin uppá eitt brot á fría samráðingarrættin, siga tey.
– Í dag kemur samgongan við einum uppskoti, har tey enn einaferð gera seg inn á tann fría samráðingarrættin og tað er rætt, at blandar seg í arbeiðsmarknaðarmál á hendan hátt, siga Fólkaflokkurin og Miðflokkurin.
Minnilutin metir heldur ikki, at tað er rætt, at viðgerðin skal skundast ígjøgnum, uttan at fleiri av teimum, ið hendan trætan snýr seg um, hava havt høvi at siga sína meining, eitt nú sjúkrarøktarfrøðingarnar sjálvar.
– Tað skaðar fólkaræðisligu gongdina at tingfólk ikki fáa møguleika at fáa lýst málið frá øllum síðum, og tí heldur ikki eru nóg væl ílætin til at taka støðu í málinum.
Fólkaflokkurin og Miðflokkurin ásanna, at tað er sera álvarsamt, at tað kann standa um heilsuna hjá fólki, um hendan støðan sleppur at halda fram.
– Tó vísa tey á viðmerkingarnar frá leiðsluni í Sjúkrahúsverkinum, at hetta uppskotið loysir ikki trupulleikan og at tað kann skaða samstarvið ímillum leiðslu og starvsfólk í Sjúkrahúsverkinum.
Høvuðstátturin í tí, sum Løgtingið fer at samtykkja, er nevniliga, at nú fær leiðslan í sjúkrahúsverkinum heimild at gera av, hvørjir sjúkrarøktarfrøðingar skulu vera til arbeiðis fyri at tryggja, at lív og heilsa ikki verður sett í váða.
Leiðslan í Sjúkrahúsverkið hevur staðiliga heitt á allar partar, at málið verður loyst á annan hátt, og hesum er minnilutin eisini samdur í.
Fólkaflokkurin og Miðflokkurin mæla til, at partarnir fara aftur til samráðingar og finna eina loysn á trætuni. Hetta uppskotið loysir ikki trupulleikan, men ger bert gjónna millum partarnar størri, siga tey.