Hetta var ikki ein semingsroynd. hetta var at halda okkum fyri háð og spott.
Tað er aftursvarið frá Arbeiðarafeløgunum, sum eru í verkfalli, nú semingsroyndin endaði úrslitaleys í dag.
Seinastu dagarnar hevur semingsmaðurin loddað dýpið við tí fyri eyga at fara undir eina veruliga semingsroynd í morgin.
Men hann slepti endanum nú seinnapartin, tí partarnir standa enn so langt frá hvørjum øðrum, at tað var einki endamál at halda fram.
Í áðni skrivaðu vit, at arbeiðsgevararnir siga, at teir vóru sinnaðir at flyta seg, men tað vóru arbeiðarafeløgini ikki.
Og nú gera arbeiðarafeløgini eisini greitt, at teirra krøv eru treytaleys.
– Tá ið vit fóru í verkfall, var tað ikki til stuttleikar, og tí er einasta loysn á verkfallinum, at okkara rímiligu krøv vera eftirlíkað, siga arbeiðarafeløgini í einum boðum í dag.
– Vit hava alla tíðina verið greið í okkara talu: Semingsuppskotið var langt undir okkara pínumarki, og tað er tað sjálvandi enn, leggja tey afturat.
Tey siga eisini, at hesar seinastu vikurnar hava rættiliga víst hvussu stóran leiklut verkafólk hava, tí nú tey ikki eru til arbeiðis, liggur samfelagið, í stóran mun, lamið.
– At bjóða okkum á fund, og vænta at vit flyta okkum júst nú, tá ið tað av álvara sansar at hjá vinnuni, er ikki ein semingsroynd, siga arbeiðarafeløgini.
– Tað er at halda okkum fyri háð og spott, og okkara krav um, at eitt verkafólk skal kunna liva av síni løn, er heilt treytaleyst, siga arbeiðarafeløgini.
Tey siga at tey verða undirdíkt í fyrispurningum um undantaksloyvi hvønn dag, frá størstu arbeiðsplássunum í Føroyum.
– Tey skuldu heldur sett seg í samband við Arbeiðsgevarafelagið og biðið teir givið sínum starvsfólki eina løn, ið tey kunnu liva av, siga arbeiðarafeløgini.