Verkafólk koma ikki upp á turt av lønarhækkingini, arbeiðsgevararnir vilja lata. Tað siga tey fýra arbeiðarafeløgini, sum nú eru í verkfalli, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag, Havnar Arbeiðarafelag og Føroya Arbeiðarafelag
Føroya Arbeiðsgevarafelag sendi fyrradagin tíðindaskriv út, har tey slongdu um seg við tølum og talvum um semingsuppskot, tímaløn og eftirløn upp har alt varð vavt upp í ein ellubita, sum tey orða seg.
Tey siga, at umframt tað, gjørdu arbeiðsgevararnir »eina eina klossuta roynd at fáa semingsuppskotið, ið tey vrakaðu, at tykjast sum teirra uppskot«, leggja tey afturat í eini fráboðan í dag
– Skuldi hetta verið annað enn ein roynd at forvirra lesaran, so er hon miseydnað, siga feløgini.
Tey siga, at tað, sum stendur eftir, er, at eftir eina drúgva semingsroynd, var hægsta boðið Vinnuhúsið kundi koma við, ein lønarhækking upp á 4,20 krónur um tíman tað fyrsta árið, og 2,76 krónur tað seinna árið, ella tilsamans 4,8 prosent í lønarhækking upp á tvey ár.
– Hetta skal setast upp ímóti einum prísvøkstri upp á 12 prosent hesi seinastu tvey árini - og at arbeiðarafeløgini hava verið meira enn rímilig til samráðingarnar í 2020 og 2022.
Tað var tí at vinnan, sambært Vinnuhúsinum, stóð fyri hóttafalli fyrst orsakað av koronu, og síðan krígnum í Ukraina.
– Men vinnan hevur tað gott, og har er einki hóttafall. Yvirskotini eru methøg, og verkafólk vilja sjálvandi hava sín part av virðunum, ið tey skapa. Sum er kann eitt verkafólk ikki liva av síni løn, siga Arbeiðarafeløgini.
– At eftirlønin eisini er afturútsigld, broytir ikki uppá, at eitt verkafólk ikki kemur uppá turt a við einum lønarvøkstri upp á 4,8 prosent í tvey ár, leggja tey afturat.