Atburðurin hjá ávísum arbeiðsgevarum er á søguliga lágum stigi. Tað siga arbeiðarafeløgini í eini fráboðan beint nú.
Tey vísa á, at í hesum sambandi hevur Poul Michelsen heilsøla nú, fyri aðru viku á raðm misbrúkti undantaksloyvið hjá Sjúkrahúsverkinum at flyta 15 plattar av feskari vøru til Føroyar uppá nakkan á Landssjúkrhúsinum
Í síðstu viku funnu vit ein platt av eggum í einum handli í Havn. Tað kravdi ikki nógv kanningarabeiði at staðfesta, at P/F Poul Michelsen hevði innflutt ein heilan trailara við vøru við at misnýta undantaksloyvið, ið var givið Sjúkrahúsverkinum fyri at tryggja, at sjúklingar ikki ganga svangir, sigur Samtak í eini fráboðan í dag.
Hetta var gjørt, uttan at Sjúkrahúsverkið visti av nøkrum, og uttan at nøkur bílegging var frá Sjúkrahúsverkinum.
Undantaksloyvið hjá Sjúkrahúsverkinum at innflyta mat varð tikið aftur, sum ein avleiðing av misnýtsluni. Sjúkrahúsverkið fekk tó møguleika at søkja um nýtt undantaksloyvi við nýggjum treytum og tær vóru, at allar vørur skuldi sendast beinleiðis til teirra.
Stjórin í P/F Poul Michelsen, Gunnar Mohr, fekk tá greið boð um, at hetta ikki kundi góðtakast, og at misnýtt undantaksloyvir verða tikin aftur, sigur Samtak.
– Men hóast hetta, setti P/F Poul Michelsen aftur sjúk og veik í vanda við enn eina ferð at misnýta loyvið hjá Sjúkrahúsverkinum, leggja tey afturat.
Hesa ferð endaði vøran tó ikki í handlunum, men varð flutt beinleiðis úti á Landssjúkrahúsið sambært nýggju treytunum - og nú høvdu tey brádliga hevði nógvar ferðir so nógva vøru, sum tey høvdu bílagt.
Samtak sigur, at hald er lagt á vøruna, og hon verður boðin til ellisheim, sambýli og eldrarøkt.
Steinar Eirikstoft, stjóri í Sjúkrahúsverkinum, vil ikki leggja seg út í málið, tí hann sigur, at tey halda seg neyvt til tær treytir, tey hava fingið. Men hann váttar, at tey hava fingið vøru, tey ikki hava biðið um og at bland má vera komið í onkustaðni.
Hann sigur eisini, at tað hava tey givið veitaranum boð um. Hann sigur eisini, at heilsøluveitarin hjá teimum er Poul Michelsen.
Hann sigur, hvat er hent við vøruni, veit hann ikki, men at veitarin hevur fingið boðini og so hevur veitarin og fakfeløgini tikið sær av tí.
Vit hava roynt at fingið eina viðmerking frá Poul Michelsen, heilsølu, men stjórin hevur verið upptikin.