Nú verður enn ein semingsroynd gjørd fyri at fáa ein enda á verkfallinum hjá arbeiðarafeløgunum.
Semingsmaðurin hevur havt fund við partarnar í morgun og har kom fram, at partarnir hava flutt so frægt ímóti hvørjum øðrum, at tað er vert at fara undir eina nýgga semingsroynd.
Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur, at niðurstøðan av fundinum í morgun er, at vit fara at taka semingsroyndina upp aftur - og tað heldur hann er eitt gott tekin.
Semingsroyndin verður ikki fyrrenn fríggjadagin og tað er tí, at partarnir vilja hava umstøður at kanna nøkur viðurskifti áðrenn.
Men klokkan eitt fríggjadagin hittast partarnir so til eina nýggja semingsroynd.
Terje Sigurðsson hevur fyrireikað seg til, at tað kann taka sína tíð, og sostatt hevur hann sett alt vikuskiftið av til semingsroyndina.
– Vit fara at halda fram við semingsroyndini til tað røkkur ella støkkur, sigur hann.