Sum heild eri eg nøgd við semjuna við sjúkrarøktarfrøðingarnar og at verkfallið fekk ein enda.
Tað sigur Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.
– Tað var gott at fáa ein enda á verkfallinum, leggur hon afturat.
Beint sum verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum fór inn í sjeyndu viku, eydnaðist semingsmonnunum at fáa eina semju í gjárkvøldið, so í morgun eru sjúkrarøktarfrøðingarnir farnir aftur til arbeiðis sum vanligt.
Partarnir eru samdir um ein trý ára sáttmála, sum gongur frá 1. januar í ár til 31. desembur í 2025. Tilsamans er lønarhækkingin hesi trý árini 9,99 prosent.
Frá fyrsta januar í ár hækkar lønin hjá øllum, 3,80 prosent, frá 1. januar næsta ár hækkar lønin 4,04 prosent og tann fyrsta januar hækkar lønin 2,15 prosent.
Ruth Vang sigur, at hetta er rættiliga tætt við tann lønarkarm, sum varð lagdur frammanundan, men annað árið eru nakrar broytingar.
Spurningurin er so um lønarhækkingin tað triðja árið, í 2025, verður lønarkarmurin sum heild fyri tað árið.
Ruth Vang ásannar, at onkusvegna fer hetta at fáa ávirkan á samráðingarnar við onnur feløg fyri tað árið.
Men hon sigur, at annars kann nýggi sáttmálin við sjúkrarøktarfrøðingarnar eisini síggjast sum hol verður sett á ætlanina at stytta arbeiðsvikuna.
Í nýggja sáttmálanum fer arbeiðið uttan fyri vanliga arbeiðstíð, um kvøldið, um náttina, um vikuskiftini, og halgidagar, at telja meiri í tímun enn tað hevur gjørt.
Tað merkir, at tað er skjótari hjá sjúkrarøktarfrøðingum at koma upp í fulla tíð enn tað hevur verið.
Tað hevur ikki eydnast at fáa orðið á Óluvu í Gong, forkvinnu í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.