Hóast arbeiðarafeløgini nú hava verið í verkfalli í tríggjar vikur, eru enn eingi útlit fyri nakrari semju.
Ein roynd varð gjørd í farnu viku at fáa partarnar at nærkast, men hósdagin mátti semingsmaðurin geva skarvin yvir, tí partarnir vildu ikki flyta seg so frægt, at tað var ómakin vert at fara undir eina semingsroynd.
Og síðani hevur tað verið ísakalt ímillum partarnar. Terji Sigurðsson, semingsmaður, sigur, at hann hevur einki frætt frá pørtunum.
Og hann leggur afturat, at hann tekur ikki fleiri stig fyrr enn partarnar boðar frá, at teir eru sinnaðir at flyta seg og at samráðast - ella fyrr enn í minsta lagi annar av pørtunum, boðar honum frá, at tey eru til reiðar at nærkast hinum partinum.
Arbeiðsgevararnir hava boðað frá, at teir hava verið sinnaðir at samráðast og at flyta seg, men arbeiðarafeløgini siga, at tey hava eitt ófrávíkiligt krav um eina ordiliga lønarhækking, sum tey málbera seg.
Og tey halda, at tilboðið frá arbeiðsgevunum er langt frá eini ordiligari lønarhækking, tí prísirnir eru hækkaðir so nógv, at verkafólk fáa ikki endarnar at møtast.