Verkfallið: Eingin vandi á ferð í nærmastu framtíð

Heitt verður á fólk um at liva so vanligt sum til ber og ikki hamstra

Í morgin forðaðu tey Bygdaleiðum at koyra. Myndin er frá Føroya Arbeiðarafelag
Áki Bertholdsen
17. mai 2024 kl. 17:52

Átaksráðið í Føroyum hevur havt fund í dag um verkfallið hjá arbeiðarafeløgunum,

Átaksráðið er eitt samskipandi ráð har Arbeiðs- og Brunaeftirlitið, Vørn og MRCC, løgreglan, Arktisk Kommando, Umhvørvisstovan, Kommunufelagið og kommunala tilbúgvingin, umframt Heilsustýrið eru limir.  Í hesum sambandi vórðu eisini Landsdjóralæknin og Landsapotekarin boðin við at viðgera verkfallið.

 Átaksráðið sigur, at eitt endamál við fundinum var, at staðfesta, hvørjar trupulleikar verkfallið kann elva til. Átaksráðið fylgir væl við støðuni og verður tørvur á tíð, verður nýggjur fundur.

 Átaksráðið tekur ikki støðu til verkfallið ella tey tiltøk, sum verða sett í verk. Hinvegin meta tey um, antin týdningarmikla virkisførið í samfelagnum ikki er í vanda, eitt nú veitingartrygd á økjum av stórum samfelagsligum týdningi.

– Niðurstøðan av fundinum er, at enn er eingin vandi á ferð og at týdningarmestu virkisøkini í samfelagnum eru ávirkað, ella í vanda fyri at støðga upp í nærmastu framtíð.

 Átaksráðið heitir somuleiðis á allar partar í ósemjuni um at fara hóvliga fram. Samstundis heitir ráðið eisini á alt Føroya fólk, um at hava eitt so vanligt livi- og keypimynstur, sum til ber, hóast verkfall er.