– Hetta hava vit aldrin upplivað áður í nakrari samráðing.
Tað sigur Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum, sum enn ein semingsroynd slitnaði nú kvøld.
Eyðvitað hava arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevararnir hvør sína tulking av støðuni.
Arbeiðarafeløgini siga, at arbeiðsgevararnir hava skyldina av verkfallinum tí teir teir tvíhalda um, at verkaolk skulu ikki fáa eina rímiliga lønarhækkin.
Men hinvegin gevur Vinnuhúsið arbeiðarafeløgunum alla skyldina og tey siga, at tað var eitt stórt vónbrot at arbeiðarafeløgini ikki vildu samráðast.
– Hóast arbeiðarafeløgini høvdu almannakunngjørt eina yvirlýsing um, at hesa ferð vildu tey samráðast, var veruleikin ein annar, tí tað var yvirhøvur eingin samráðingarvilji, sigur Niels Winther.
– Arbeiðarafeløgini vildu ikki flyta seg, tvørturímóti vórðu krøvini herd, leggur hann afturat.
– Har var eingin vilji at flyta seg yvirhøvur, og tað hava vit ongantíð upplivað í slíkari samráðing áður, sigur Niels Winther.
Hinvegin sigur hann, at Føroya Arbeiðsgevarafelag hevur fleiri ferðir boðað frá alment, at tey hava flutt seg, og eru til reiðar at gera semju um eina søguliga høga lønarhækking.
– Men vilja báðir partar ikki flyta seg, nyttar tað ikki at seta seg við samráðingarborðið, leggur hann afturat.
– Heldur enn at nærkast, vísti semingsroyndin, at arbeiðarafeløgini heldur høvdu flutt seg longri burtur frá arbeiðsgevarunum.
– Ófrávíkiligi krøvini hjá arbeiðarafeløgunum vóru hækkað síðani semingsmaðurin fór undir at tilevna fyrsta semingsuppskotið, leggur hann afturat.
– Fyri at siga tað akkurát sum tað er, føla vit okkum hildin fyri gjøldur, sigur stjórin í Vinnuhúsinum.