– Vit halda fram við verkfallinum og vit fara ikki at slaka. Tað sigur Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag, nú tann triðja royndin hjá semingsmanninum at fáa eina semju, miseydnaðist í gjár.
Nú formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag hevur sovið upp á tað, staðfestir hann, at støðan er einki broytt.
– Verkfallið heldur fram, sigur hann. Hann vil ikki siga um tað verður hert, men hann sigur, at tað verður í hvussu so er ikki slakað í verkfallinum, sigur hann.
Hann sigur eisini, tað stendur ikki á at fáa verkfalsvakt. Tey standa eisini verkfalsvakt runt umkring og tað hepnast eisini rættiliga væl at forða fyri, at verkfalsrakt arbeiði verður gjørt.
Eitt nú liggja onkrir bátar og bíða eftir at landa, men tað sleppa teir ikki.
Tað er bara Norrøna, sum siglur upp á Føroyar og tey eru eisini vælmannað til staðar, hvørja ferð, hon kemur til landið við tí endamáli at forða fyri, at farmur kemur til landið, sum annars er raktur av verkfalli.
Og tá ið Norrøna kemur til Føroya mánamorgunin, verða tey aftur vælmannað fyri henni.
Hinvegin ætla tey at geva dagstovnum til børn undantøk til at gera reint og til at fáa ruskið tikið, so at børnini sleppa aftur í barnagarð - og foreldrini sleppa aftur til arbeiðis.
Spurningurin verður bara, hvussu tað verður, tí nógv foreldur fáa ikki koyrt, tí einki brennievni er á bilinum, og bussarnir koyra heldur ikki, so tað verður ein avbjóðing hjá foreldrum at fáa børnini á dagstovn yvirhøvur.
Annars verður tað ofta ført fram, at undantøk tæna bara einum endamáli og tað er at draga verkfallið út.
Georg F. Hansen sigur, at tað eru ógvuliga fá undantøk, sum verða gjørd, tí tað eru at kalla bara heilsustarvsfólk av ymsum slagi, sum fáa undantøk.
Annars sigur formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag, at tað er merkisvert, hvussu stóra undirtøku, verkfallið hevur ímillum vanlig fólk.
– Allastaðni har vit koma, fáa vit at vita, at nú mugu vit standa fast, og at vit ikki mugu bakka, sigur Georg F. Hansen.