Verkfall: Tað hevði verið betri fyri allar partar

Í fleiri ár hava vit harmast um, at tey veikastu í samfelagnum liggja óhjálpin, tá ið verkfall er. Men enn er einki hent - og nú reisir løgtingsmaður málið enn eina ferð

Áki Bertholdsen
11. september 2024 kl. 13:15

Hvussu gongur við at finna eina fasta skipan fyri, hvørji undantøk skulu altíð verða, tá ið verkfall er. Tað er spurningurin, Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, nú reisir í Løgtinginum.

Líka síðani Pedagogfelagið var í verkfalli í 2017 og 2018, hevur hetta kjakið vera frammi av og á. Tá varð almannaverkið eisini rakt og tosað varð rætt og slætt um, at lív og heilsa stóð í vága.

Tá vóru røddir frammi um at vit skulu hava eina skipan, har vit fáa fastar reglur fyri, hvørji undantøk altíð skulu vera, tá ið verkfall er. Eitt nú varð tosað um at tosa við fakfeløgini um at fáa eina fasta skipan á hesum øki.

– Vit mugu ikki aftur koma í eina støðu, har tey veikastu í samfelagnum liggja óhjálpin tá ið verkfall er, vóru bæði fakfólk á økinum, avvarðandi, og fólk annars, samd um.

Hesum vóru politikarar samdir í - men enn tað varð ikki til meiri enn til tos - hóast vit nakrar ferðir síðani hava verið í somu støðu, eisini í sambandi við verkfall á sjúkrahúsverkinum.

Fakfeløgini hava sett seg hart ímóti hesum, tí tey halda, at tað er at gera seg inn á verkfalsrættin - og tað kann eisini vera orsøkin til, at politiska valdið ikki rættiliga hevur viljað gjørt nakað við tað.

Men nú reisir Helgi Abrahamsen málið enn eina ferð og í hesum sambandi spyr hann Ingilín Didriksen Strøm, landsstýriskvinnu í arbeiðsmarknaðarmálum, hvar málið liggur.

– Hvussu langt er arbeiðið komið við at fáa partarnar á arbeiðsmarknaðinum at gera semju um undantøk í sambandi við verkføll, er tann ítøkiligi spurningurin til landsstýriskvinnuna.

Helgi Abrahamsen sigur, at tá ið verkfall er, verða uppskot løgd fyri Løgtingið av og á um at geva undantøk í verkfallinum.

– Hesi uppskot verða vanliga viðgjørd í skundi ímeðan verkfall eru. Seinast hetta hendi, var í novermbur í fjør í sambandi við verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, sigur hann.

– Tað er óheppið, at Løgtingið skal føla seg noytt til at samtykkja undantøk við lóg, heldur løgtingsmaðurin.

Tvørturímóti heldur hann, at allir partar eru helst samdir um, at ein avtala átti at verið gjørd ímillum partarnar á arbeiðsmarknaðinum, soleiðis at undantøkini vóru avtalað frammanundan.

– Royndir eru fyrr gjørdar at fáa partarnar á arbeiðsmarknaðinum at tosa saman um hetta, men tað hevur ikki borið á mál, sigur Helgi Abrahamsen.

– Helst eru feløg bangin fyri at missa ein trumf í sambandi við verkføll. Hinvegin mugu vit ásanna, at seinastu árini hava víst, at líkamikið hvør samgonga situr við valdið, verða lógaruppskot um undantøk samtykt, staðfestir Helgi Abrahamsen.

– Tí hevði tað verið betri fyri allar partar, um undantøkini lógu í føstum kørmum, heldur hann.

– Sjálvandi vilja fakfeløgini krevja nakað afturfyri eina slíka avtalu, og tann prísin mugu vit gjalda. Gera vit ikki tað, fara hjálparleys fólk framhaldandi at koma í klemmu orsakað av eini ósemju, leggur hann afturat.

Helgi Abrahamsen reisti eisini spurningin í januar í ár, og tá svaraði landsstýriskvinnan, at hon ætlaði at taka arbeiðið upp í næstum.

Hann sigur, at nú er aftur vandi er fyri verkfalli, sum kann fáa stórar avleiðingar, og tí spyr hann, hvussu langt landsstýriskvinnan er komin við arbeiðnum at fáa semju um undantøk í sambandi við verkføll.

Her hugsar hann helst um, at Sev og IRF eru hótt av verkfallið, tí samráðingarnar við maskinmeistararnar eru slitnaðar og tað er ísakalt ímillum partarnar