Verkfall: Nú fer fyrsta fakfelagið í samhugaverkfall
Verkfallið byrjar á mindátt mánakvøldið
Áki Bertholdsen
8. juni 2024 kl. 15:04
Eftir t arbeiðarfeløgini skjótt hava verið í verkfalli í næstan fýra vikur, hevur tað fyrsta felagið nú boðað frá, at tey fara í samhugaverkfall.
Tað er Starvsfelagið, sum nú fer í samhugaverkfall og tað ferður frá klokkan seks týsmorgunin ð vit koma inn í týsdagin.
Samhugaverkfallið verður á sáttmálaøkjunum ímillum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Starvsfelagið. Tað eru sáttmálarnir, sum umfata sáttmálaøkið Føroya Tele, Posta og Vága Floghavn.
Samhugaverkfallið umfatar allar limir felagsins, sum eru umfataðir av omanfyri nevndu sáttmálum.