Verkfall: Handlar og heilsølur seta matvørutrygdina í vanda

Í summum førum handfara tey matvørur ólógliga, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan

Áki Bertholdsen
4. juni 2024 kl. 14:30

Nú verkfall hevur verið í tríggjar vikur, eru nógvar matvørur farnar at ganga undan. Tað merkir, at tað er nokk av mati til í landinum, tó at vøruúrvalið er rættiliga avmarkað. 

Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at í hesum sambandi eru dømi um, at handlar og heilsølur eru farin at handfara matvørur upp á ein máta, sum kann vera vandamikil fyri matstovutrygdina.

Fyri at tryggja brúkarum góðar og heilsugóðar matvørur - og fyri at verja brúkarar móti villleiðing - er Heilsufrøðiliga Starvsstovan nú komin við eini áminning.

Í hesum sambandi minna tey handlar og heilsølur á, at hesir framferðarhættir, sum ikki eru loyvdir.

– Tað er ikki loyvt at tiðna vøru, sum er ætlað at selja sum frostvøra.

– Tað er heldur ikki loyvt at frysta feska matvøru, sum er ætlað at selja feska.

– Tað er ikki loyvt at pakka matvøru um, eitt nú úr stórum pakkum í smærri pakkar.

Heilsufrøðiliga Starvsstovan sigur, at í serligum føri, kann ein handil, ella ein heilsøla, hava fingið loyvi frá Heilsufrøðiligu starvsstovuni til hesa handfaring. 

Men so er tað ein partur av løggildingini, sum handlarnir, ella heilsølan, upprunaliga hava fingið.

Tað er ein treyt, at matvørur verða handfarnar í hóskandi hølum og undir hóskandi umstøðum. 

Tað er eisini ein treyt, at matvørur eru merktar - og merkingin ikki skal vera villleiðandi, sigur Heilsufrøðiliga Starvsstovan.