Tað hevur sett síni spor í Havnini, at verkfall hevur verið í næstan ein mánað. Ein avleiðing av verkfallinum er, at eisini gøtusópararnir hava verið í verkfallið - og tað sæst aftur í Havnargøtum, har tómar pitsa-eskjur, tóm ølgløs, og annað órudd, hevur hópað seg upp.
Men í nátt verður mentanarnátt og eina slíka nátt má Havnin skína. Tí hevur Tórshavnar Býráð søkt um undantak frá verkfallinum til at rudda upp aftur. Untaksloyvi er kortini rættiliga avmarkað, tí tey eru bara galdandi til sjálvan miðbýin, altso at tøma ruskíløtini í miðbýnum og at rudda gøturnar í miðbýnum, og at taka upp eftir herverk, sum er framt á plantukassar, o.s.fr.
Og tað undantaksloyvi hava tey fingið. Arbeiðarafeløgini siga, at Klaksvíkingar fingu undantaksloyvi til Norðoyastevnuna og tí eigur Tórshavnar Býráð eisini at fáa undantaksloyvi til at hampa um í Havn upp undir mentanarnáttina.