Verkfall: Enn er eingin vandi á ferð

Øll viðurskifti, sum hava avgerandi týdning fyri samfelagið, vira sum tey skulu

Løgreglan var til staðar tá ið Articon og J&k Petersen vórðu blokerað á Hjalla - men tey løgdu ikki upp í
Áki Bertholdsen
31. mai 2024 kl. 12:20

Enn er eingin vandi á ferð fyri føroyska samfelagið, hóast arbeiðarafeløgini nú hava verið í verkfalli í næstan tríggjar vikur.

Tað staðfestir Átaksráðið í eini nýggjari fráboðan í morgun.  

Meðan verkfall er, hittist Átaksráðið regluliga at umrøða viðurskifti av stórum samfelagsligum týdningi. Átaksráðið hittist eina ferð um vikuna og fylgir gongdini gjølla, siga tey.
– Støðan í samfelagnum, nú verkfallið er í triðju viku, var til umrøðu í Átaksráðnum mikudagin. Átaksráðið umrøður bert støður og evni av stórum samfelagsligum týdningi og viðurskifti, sum kunnu hótta veitingartrygdina til týðandi øki í samfelagnum.

og tey siga, at sum heild virkar hesin parturin av samfelagnum uttan stórvegis trupulleikar. Millum annað er nóg mikið av brennievni í landinum til nakrar vikur afturat.

Hóast onkrir matvørubólkar ikki eru at fáa, er í løtuni ikki trot á mati, og tað er heldur ikki trot á fóðri til neyt seyð og onnur djórahald. 
Fastir limir í Átaksráðnum eru Arbeiðs- og Brunaeftirlitið, Vørn og MRCC, Føroya Politi, Arktisk Kommando, Umhvørvisstovan, Kommunufelagið og kommunala tilbúgvingin og Heilsustýrið.