Arbeiðarafeløg eru sinnað at fara aftur til samráðingar. Tað siga tey fýra arbeiðarafeløgini, sum fóru í verkfall fyri góðum trimum vikum síðani.
Í dag hava tey sent miðlunum eina yvirlýsing, har tey staðfesta, at semingin hjá Semingsstovninum hevur ikki borið á mál.
Tí er tann brennandi spurningurin, um partarnir ikki sjálvir eiga at taka ábyrgd av sáttmálaøkinum og sessast aftur við borðið fyri at finna loysnir, siga tey fýra feløgini, Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðarfelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag í yvirlýsingini.
Georg F Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag, sigur, at tað er hent áður, at arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevarafelagið, hava tosað saman uttan um semingsmannin, hóast hann annars er komin upp í, og hevur tikið leiðsluna í samráðingunum.
Og tað heldur hann, at partarnir eiga aftur at gera hesa ferð.
Feløgini siga annars í yvirlýsingini, at tað vóru ikki arbeiðarafeløgini, sum reistust frá borðinum og endaðu samráðingarnar .
– Okkara vilji til samráðing hevur allatíðina verið til staðar, og er tað enn, siga tey.
– Tað vóru ikki vit, sum góvu skarvin yvir við samráðingarborðið. Tað vóru arbeiðsgevarnir, sum boðsendu semingsmannin, tí teir ikki sóu seg førar at fullføra uppgávuna, siga feløgini.
– Vit eru altíð til reiðar at sessast við samráðingarborðið, tí tað er har, at slagið skal standa, og tað er har, at semjur skulu finnast, leggja tey afturat.
– Okkara fremsta uppgáva sum fakfelag er at skapa livilig kor fyri verkafólk, og tað stríðast vit á øllum alvi fyri í hesum døgum, og okkara krøv eru púra greið, siga tey.
Tey siga annars, at tað merkir tó ikki, at ikki vilja vísa góða vilja til at finna eina semju við samráðingarborðið, siga Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag, Heri Reynheim, formaður í Havnar Arbeiðarafelag, Jastrid W. Niclasen, forkvinna í Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Absalon Hansen, formaður í Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag.