Nú fer semingsmaðurin aftur undir eina roynd at fáa ein enda á verkfallinum hjá Arbeiðarafeløgunum.
Terje Sigurðsson, semingsmaður, sigur, at hann hevur havt støðugt samskifti við partarnar.
Í Kvf í gjár váttaðu arbeiðsgevararnir, at teir vóru sinnaðir at flyta seg, og Arbeiðarafeløgini søgdu eisini, at tey vóru sinnað at samráðast - men at arbeiðsgevararnir vita, hvar markið er.
Terje Sigurðsson hevur tosað við partarnar hvør sær. Í morgin fer hann at seta partarnar saman at viðgera støðuna.
– Gongst sum ætlað verður farið undir veruligar samráðingar aftur fríggjadagin, sigur semingsmaðurin.
Men hann leggur afturat, at hann kann hava tær ætlanir hann vil, men vilja stríðandi partarnir ikki flyta seg, kann alt gera tað sama.
Nú hevur verkfallið vart í yvir tvær vikur og nú heldur hann, at tað er komið hartil, at stundin er komin at gera eina roynd afturat.
– Tað skal ikki standa á semingsmonnunum, sigur Terje Sigurðsson.
Í støðum hesum vita vit av royndum, at partarnir eru varnir við at spæla út, tí teir halda, at tað kann takast sum eitt veikleikatekin.
– Í slíkum førum kunnu semingsmenninir hjálpa til at fáa glið á.
Hann sigur, at hann hevur altíð eina vón, hóas tað hevur verið langt ímillum partarnar, men at tað stendur til stríðandi partarnar at nærkast hvørjum øðrum so mikið, at ein semja kann spyrjast burtur úr.