Verkætlanin Tvørgarðsgøta – Ápramsvegur er nakað serligt

Kommunuval 2024: Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu, svarar fýra skjótum

Fríðmundur Nattestad
25. mai 2024 kl. 20:00

Í samband við kommunuvalið, sum verður í november, hevur Dimmalætting sett øllum borgarstjórum í landinum nakrar spurningar.

Her svarar Bjarni Prior, borgarstjóri í Vága kommunu:


Hvat avrik í hesum valskeiðnum er tú fegnast um?

- Eg gleðist um fleiri avrik – tað, at byggja 2. byggistig á skúlanum á Giljanesi var eitt stórt og dýrt tak. Men skal eg nevna eitt, so er tað verkætlanin Tvørgarðsgøta – Ápramsvegur, hon er nakað serligt.


Hvat mál, sum ikki eydnaðist at loysa í hesum valskeiðnum, iðrar tú teg mest um?

- Veit ikki um eg iðri meg um nakað, men tað at tíðirnar háttaðu seg soleiðis, at vit ikki hava fingið gongd á íbúðarbygging, tað harmar meg.


Hvat er størsta málið, sum er fyri framman, í komandi valskeiði?

- Trý ítøkilig mál eru ein tunnil um hálsin, skipan av ferðsluni ígjøgnum kommununa, nú flogvøllurin víðkar sítt virksemi, og sum tað síðsta – kommunusamanlegging í Vágum.


Stillar tú upp aftur á komandi kommunuvali?

- Væntandi geri eg tað.