Verjuspælari hevur skrivað undir við B68

Vinstrabeinti gøtumaðurin fer nú undir fimta árið á Svangaskarði

Jóannes Hansen
30. november 2023 kl. 07:04

Í kvøld er søgan av Svangaskarði, at Hjalti Strømsten hevur skrivað undir uppá, at hann eisini í 2024 fer at umboða B68.

26 ára gamli gøtumaðurin, sum fram til á sumri í 2019 umboðaði barndómsfelagið í Sarpugerði, fer nú undir fimta árið í B68.

Miðskeiðis í 2019 flutti hann úr Víkingi og til B68, í 2020 var hann á Skála, og síðani 2021 hevur hann verið á Svangaskarði og í B68.

Hjalti Strømsten er vinstrabeintur verjuspælari, og sambært faroesoccer.com hevur hann higartil spælt 85 landskappingardystir í Betri Deildini og skorað trý mál. Hann hevur spælt ein dyst í UEFA Europa League.

Í farna kappingarári var Hjalti Strømsten við í 20 landskappingardystum í bestu deildini. Hann varð 10 ferðir skiftur inn og tvær ferðir skiftur út. Í kappingini um løgmanssteypið var hann við í trimum dystum. Millum annað varð hann skiftur inn í finaluni ímóti HB, sum endaði við málleysum javnleiki, og sum HB vann eftir longda leiktíð og brotssparkskapping.