Klokkan 17 verður fyrsta bríksl í Helsingfors, har KÍ fer at spæla fyri lívinum í Conference League.
Fyri einari viku síðani endaði tað 2-2 á Tórsvølli, og nú verður tað vinnarin millum HJK Helsinki og KÍ, sum fer at halda fram í kappingini.
Umframt ítróttarliga partin av uppgerðini so er tað fíggjarligi parturin. Talan er um tvísifrað tal av milliónum, sum standa upp á spæl. Higartil hevur KÍ í Champions League og Europa League í hesum kappingarárinum vunnið umleið 12 milliónir. Um tað eydnast KÍ í kvøld at vinna seg víðari í kappingini, so verða inntøkurnar øktar við umleið 20 milliónum, og so vera milliónirnar uppaftur fleiri, um tað hilnast væl seinni í heyst.
Heini Vatnsdal er millum teir fyrstu ellivu hjá KÍ. Hann hevur higartil í ár spælt millum lítið og einki, tí hann hevur verið skaddur. 30. juli varð hann tíggju minuttir eftir steðgin skiftur inn, tá ið KÍ í Klaksvík vann 3-2 ímóti Malmø FF, og so var hann í ein tíma á vøllinum, tá ið KÍ vann landskappingardyst á útivølli ímóti 07 Vestur 4-0.
Merkisvert er tað annars, at Jákup B. Andreasen, sum síðani í vár hevur verið skaddur (brotið bein í fótinum) er á beinkinum saman við eitt nú Odmari Færø. Á beinkinum eru eisini tveir av teimum, sum í vikuni hava fingið landsliðsboð. Teir eru Mads Bo Mikkelsen og Pætur J. Petersen.
René Shaki Joensen er ikki við í Finnlandi, tí hann eftir reyða kortið í síðstu viku er leikbannaður.
KÍ: Mark F. Jensen – Jóannes K. Danielsen, Céderic Yambéré, Heini Vatnsdal, Alexander Berntsson, Patrick da Silva – Árni Frederiksberg, Albert Ejupi, Hallur Hansson, Kristoffer Ødemarsbakken – Páll A. Klettskarð
Á beinkinum: Ari í Haraldstovu Petersen, Deni Pavlovic, Mads Bo Mikkelsen, Jákup B. Andreasen, Dan í Soylu, Børge Petersen, Pætur J. Petersen, Odmar Færø, Joseph Michael Williams, Ahmed Latif, Claus Philip Kronberg
Venjari: Espen Haug