Verjarnir í ríkisrættarsakini hava trekt seg

Allir seks advokatarnir, sum skuldu verja Donald Trump, hava sagt upp. Orsøkin er ósemja við fyrrverandi forsetan um verjuætlanina

Ari av Rana
31. januar 2021 kl. 10:59

Fleiri amerikanskir miðlar skriva, at sakførararnir, sum skuldu verja Donald Trump í ríkisrættarsakini, hava sagt upp.

Miðlarnir skriva, at allir fimm sakførararnir hava sagt upp, tí at sakførararnir ikki kundi semjast við fyrrverandi forsetan, um hvørja verju arbeiðast skuldi eftir.

Donald Trump tvíheldur um at hann skal verjast, við at talan var um umfatandi svik á valinum í november og at valsigurin tí varð stolin frá honum. Men hesum taka sakførararnir ikki undir við. Heldur vildu teir verja hann, við at seta spurnartekin við, um tað yvirhøvur er lógligt at døma ein forseta í einari ríkisrættarsak, tá hesin ikki longur situr í embætinum.

Í løtuni sær tí út til, at fyrrverandi forsetin ongar sakførarar hevur at standa fyri hansara verju í ríkisrættarsakini, har hann verður ákærdur fyri at hava eggjað til uppreistur, tá amerikanska kongressin varð álopin av mótmælisfólki mikudagin 6. januar.