Tær skapa lív og margfeldni. Tær skapa gleði og ró. Summar væl goymdar undir ella hóttar við asfalti og betong, meðan aðrastaðni hoyrist áartutl, og har sæst villur vøkstur framvið ánni.
Áirnar fáa lív í okkum menniskju. Vit vitja tær við skúlaflokkum og barnagørðum okkara. Tað er har vit fara ein túr við familjuni og við okkara gomlu. Vit elska fríu náttúruna. Menniskjan verður sum eitt annað menniskja, tá ið tað nærkast vatni, sjógvi, áum og fossum.
Eg veit ikki, hvussu nógv friðað øki í kommununi viga í mun til tørvin at byggja út. Men hyggja vit eftir áunum, so eru ikki nógvir (kilo)metrar eftir undir fríum himli. Og hoyra vit kommunalpolitikkarar úttala seg, so sakni eg eymleiki fyri náttúruni. Hendan alinlanga verjan fyri, hví kommunan ferð eftir ferð noyðist at gera seg inn á friðað øki, og hví hon ferð eftir ferð má broyta byggisamtyktir, er ófrættakent.
Latum okkum verða góð við náttúruna. Eisini hana í høvuðsstaðnum. Hugsið um ættarlið, ið koma. Tað fer at loysa seg í longdini.