Arbeiðið at gera tunnilin til Fámjins, gongur ikki eftir vild. Og tað er enntá ógvuliga milt sagt.
Farið varð undir at bora Fámjinstunnilin í novembur 2022, og eftir ætlan skuldi hann vera liðugur at taka ú brúk næsta summar.
Upprunaliga skuldi hann kosta góðar 160 milliónir, men kanningarnar vístu, at fjallið var sera ringt at arbeiða í og tí vórðu einar 40 milliónir lagdar afturat, so at hann fór at kosta 207 milliónir tilsamans.
Men nú er greitt, at hann verður hvørki liðugur næsta summar. Og hóast nógv varð lagt upp fyri tí fjallið er so ringt, fer kostnaðarmetingin heldur ikki at halda.
Arbeiðið hevur nevniliga gingið óvanliga illa. Eitt nú er tað tvær ferðir rapað undan loftinum, har stórar nøgdir av grótið eru lopin - men tíbetur er eingin fólkaskaði hendur.
Fyrra lopið var í apríl, har 800 rúmmetrar av gróti rapaðu niður úr loftinum, og seinna lopið var 9. oktobur, har eini 2.000 rúmmetrar duttu undan loftinum.
Og nú Løgtingið leggur seinastu hond á fíggjarlógina fyri næsta ár, staðfestir Dennis Holm, landsstýrismaður í samferðslumálum, at nú er greitt, at tunnilin verður seinkaður einar fimm mánaðir. Sostatt verður tað um reppið, at tunnilin verður jólatrøll.
Samstundis fara útreiðslurnar at hækka, bæði til byggipláss, til maskinrakstur, til arbeiðsfólk, til útbúnað og til tilfar til tunnilin.
Dennis Holm sigur, at tað verður neyðugt at fáa grótið, sum leyp í tí seinna lopinum, burtur. Samstundis verður neyðugt at tryggja tunnilin við betongi, stáli, jarni og skúmi, sum bindir tilfarið og annað.
Tað eru 260 metrar eftir at bora og tað er væntandi, at serlig trygdartiltøk verða sett í verk, og tað førir eisini útreiðslur við sær. Stjórin í Landsverk hevur áður sagt, at hetta snýr seg bæði um trygdina hjá teimum, sum arbeiða í tunlinum, og trygdina hjá teimum, sum seinni skulu koyra ígjøgnum hann.
Nú fíggjarlógin fyri næsta ár verður løgd, sigur Dennis Holm við Fíggjarnevndina, at Landsverk metir, at tunnilin verður 45 milliónir dýrari enn áður mett. Sosttt verður neyðugt at hækka játtanina, sum er 207 miliónir, upp í 252 milliónir. Landsstýrismaðurin sigur, at eftir ætlan verður tað gjørt í næstum.