Hann hevur skotið trý mál í trimum teimum seinastu dystunum fyri brasilska landsliðið, og seinni í summar skiftir hann til spanska stórfelagið Real Madrid.
Nú eru fleiri, sum eru farin at samanbera 17-ára gamla stórtalentið Endrick, við brasilsku fótbóltslegenduna Pelé, sum av mongum verður mettur at vera ein av heimsins besti leikarum nakrantíð.
- Eg síggi at nógv skriva á sosialum miðlum, at eg eri tann nýggi Pelé. Tit mugu vera ør í høvdinum. Pelé er Pelé, segði Endrick í samrøðu við brasilskt sjónvarp farna leygardag, stutt eftir at Brasil hevði vunnið 3-2 á Meksiko.
Endrick spælir enn við barndómsfelagnum Palmeiras, men skiftir sum sagt til Real Madrid seinni í summar. Sambært miðlinum Globo hevur Real Madrid goldið yvir 500 milliónir krónur fyri brasilska stórtalentið.