Verða ákærdir fyri frælsistøku

Fýra mans eru í løtuni í Føroya Rætti, har teir verða ákærdir fyri frælsistøku, burturflyting, harðskap og hóttanir við vinningi fyri eyga

Ari av Rana
22. januar 2021 kl. 14:50

Tveir mans vóru kl. 13:15 í dag ákærdir í Føroya Rætti fyri frælsistøku, burturflyting, harðskap og hóttanir við vinningi fyri eyga. Tá rættarmálið byrjaði vóru bert tveir teirra inni í rættarsalinum, orsaka av plásstroti í rættarsalinum. Teir eru 23 og 28 ára gamlir og eru báðir føroyingar.

Tann 28 ára gamli varð handtikin í gjárkvøldið, meðan tann 23 ára gamli hevur sitið varðhaldsfongslaður í eina tíð. Tann maðurin varð varðhaldsfongslaður, eftir at løgreglan fann rúsevni og vápn heima hjá honum.

Ein triði føroyingur er eisini partur av ákærumálinum. Hesin 24 ára gamli situr í varðhaldinum í Mjørkadali.

Tíðindafólkið, sum varð møtt á staðnum hoyrdi ákærurnar, men síðani varð biðið um at rættarsakin fór fram handan lukkaðar dyr. Hetta varð játtað og tíðindafólkið varð koyrt á dyr.

Teir tríggir verða ákærdir fyri eina hending frá desember mánaða, har frælsið varð tikið frá einum manni heima hjá sær sjálvum í Havn. Maðurin var síðani settur í ein bil og koyrt varð niðan á Villingadalsvegin. Menninir steðgaður bilinum har og tráðspurdi burturflutta mannin um nær hann fór at rinda tað hann skyldaði. Burturflutti maðurin fekk síðani at vita, at nú skyldaði hann 100.000 kr. og um hann ikki rindaði, so fóru teir eftir konuni og børnunum. Maðurin varð síðani sligin á høvdið og blakaður úr bilinum.

Menninir verða eisini ákærdir fyri at hava hótt og bukað saman mann tann 8. januar. Tann hendingin fór fram uttanfyri Sjósavnið á Argjum, har menninir hálaðu mannin úr bili sínum, har hann sat saman við einum øðrum. Teir koyrdu posa um høvdið, bundu hendurnar, bukaðu hann hildu okkurt móti hálsinum, sum føldist sum ein knívur. Hesa ferð fekk hann at vita, at nú skyldaði hann 300.000 kr.

Meir fekst ikki at vita, áðrenn tíðindafólkið varð koyrt á dyr.