Venjing: Fullmannað sløkkilið á staðnum eftir 10 minuttir
Sløkkiliðið í Eystukommunu hevði í kvøld eina venjing, har eldur var í einum báti
Jonhard Hammer
18. september 2024 kl. 19:06
Talan var um eina ófráboðað venjing, har sløkkiliðsfólki ikki visti, at talan var um eina venjing.
Tað tók bara 10 minuttior, frá tí at eldur var fráboðaður, til full manning við sløkkiliðsbili var á staðnum. Og tá skal havast í huga, at sløkkiliðsstøðin hjá Eysturkommunu erí Leivík.
Og tað var sløkkiliðsleiðarin, Gunnar Olsen, sera væl nøgdur við.
Hetta var ein roynd at kanna, hvussu trygdin er hjá sløkkiliðnum í Eysturkommunu.